Fríði er hjá Jack & Jones

Fríði Einarsson Hammer er í hesum døgum í starvslæru hjá Jack & Jones í SMS. Hann er 15 ára gamal og gongur í 9.B í Skúlanum á Argjahamri

 

Hví valdi tú Jack & Jones?

- Tí mær hevur altíð dámað klæðir. Eg vildi gjarna sleppa at arbeiða í einum klædnahandli. Tí valdi eg Jack & Jones.

 

Hvat gert tú?

- Um morgunin byrji eg við at dustsúgva. Aftaná tað ordni eg klæðir og leggi tey saman. Kundar koma eisini og spyrja meg um hjálp. Eisini arbeiði eg við kassan. So eg geri nógv ymiskt.

 

Hvussu dámar tær at vera her?

- Mær dámar ógvuliga væl at vera her. Tað er ógvuliga stuttligt at arbeiða saman við teimum, sum eru her. Tað er kanska ikki so stuttligt at leggja klæðir saman. Men mær dámar væl at vera inni her. Eg havi altíð ynskt at vera her.

 

Hevði tú kunnað hugsað tær at arbeitt her í framtíðini?

- Ja. Eg vænti, at eg fari í Handilsskúla aftaná 9. flokk. So hevði eg kanska kunnað arbeitt her ella í Skálki. Eg ætli mær nokk ikki at vera her alt lívið, men inntil víðari hevði eg væl kunnað hugsað mær at verið her.