Víkingur vann í gjár 5-3 í málríkum dysti í Gundadali móti B36 í 11. umfari í landskappingini í fótbólti. Tey flestu eru samd um, at B36 spælir skjótan og góðan fótbólt, men í dag var Víkingur betri – tað heldur Fróði Benjaminsen.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin
- Í dag haldi eg, at vit spæla betri. Vit fáa fimm mál og kundu havt fingið fleiri, sigur Fróði Benjaminsen.
Les eisini: (Video) Samandráttur frá dystinum B36-Víkingur 3-5
Víkingur kom á odda 2-0, áðrenn B36 javnaði. Síðani vann Víkingur sær eina leiðslu upp á 4-2, áðrenn B36 minkaði um munin. At enda staðfesti Víkingur sigurin við málið til 5-3.
Her eru øll málini og dramatikkurin í Gundadali í kvøld.
B36-Víkingur 3-5 (2-2)
0-1: Sølvi Vatnhamar
0-2: Adeshina Lawal br
1-2: Gestur Bogason Dam
2-2: Lukasz Cieslewicz
2-3: Andreas Lava Olsen
2-4: Adeshina Lawal
3-4: Odmar Færø
3-5: Hanus Jacobsen
Støðan eftir ellivu umfør
KÍ 25 stig
Víkingur 23 stig
NSÍ 20 stig
HB 16 stig
Suðringar 15 stig
B36 13 stig
EB/Streymur 11 stig
Skála 9 stig
07 Vestur 8 stig
ÍF 6 stig