Eftir trý ár í B36 fer Fróði Benjaminsen nú norður um til grannarnar í HB at spæla. Landsliðsspælarin hevur gjørt tvey ára sáttmála við HB vóru boðini, sum leiðslan í HB kundi bera veitslugestunum á ársveitsluni leygarkvøldið. Hartil varð staðfest, at Andrew av Fløtum hevur skrivað fýra ára sáttmála við felagið, eins og Mortan úr Hørg og Ólavur S. í Ólavsstovu hava longt sínar sáttmálar.