Fróði verður ikki við

Víkingur fyrireikar seg í Kosovo, har tað eru 35 hitastig

Verður tað Víkingur, ella verður tað Trepca 89, sum fer at spæla seg víðari úr fyrsta umfari í europeisku meistarakappingini. Tann spurningurin verður svaraður týskvøldið, tá ið Víkingur skal spæla á útivølli í Mitrovica í Kosova.

Samantaldi vinnarin skal í øðrum innleiðandi umfari dystast við íslendska meistaraliðið FH av Hafnafirði.

 

Víkingur vann týskvøldið 2-1 á heimavølli,og víkingarnir leggja nógv fyri  at fyrireika seg til stóru avbjóðingina, sum tað verður at spæla á útivølli.

Ferðalagið fór úr Føroyum í gjár. Í morgun var farið úr Keypmannahavn, og seinnapartin hava víkingarnir vant fyri fyrstu ferð í Kosovo. Ætlanin er, at teir skulu venja fýra ferðir.

Tá ið teir vandu í dag, vóru tað 35 hitastig.

 

Tað er ein smeitur fyri Víking, at royndasti spælarin av øllum, Fróði Benjaminsen, ikki er við í Kosovo. Hann er undir útbúgving í Danmark, og tað ber honum ikki til at vera við í Kosovo og harvið at spæla týskvøldið.

 

Hans Jørgen Djurhuus og Andreas Lava Olsen vóru leikbannaðir týskvøldið. Teir eru báðir í Víkinga leguni í Kosovo.

 

Tað verður so mangan tikið til, at Víkinga liðið er mannað við royndum og tilkomnum spælarum. At tað ikki bara eru 30+ spælarar í ferðalagnum í Kosovo sást í dag, tá ið teir fagnaðu einum av spælarunum, sum hevði átjan ára føðingardag. Talan er um Arnbjørn Svensson, sum higartil í ár er skiftur inn á besta liðið í tveimum landskappingardystum í Effo-deildini.