Frá KÍ til NSÍ

Gudmundur Danielsen verður kropsligur venjari hjá NSÍ

NSÍ hevur í kvøld gjørt avtalu við nýggjan kropsligan venjara. Talan er um Gudmund Danielsen, sum seinnu árini hevur verið kropsligur venjari hjá KÍ.

- Gudmundur hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við NSÍ. Gudmundur kemur at arbeiða í felagnum, sum fysiskur venjari á mannsíðuni. Har hann í samráð við høvuðsvenjaran kemur at skipa allar fysisku venjingarnar. Vit eru sera fegin um at Gudmundur hevur valt at taka av starvinum, og ynskja honum vælkomnum í venjaratoymi hjá NSÍ, skrivar NSÍ.

NSÍ hevur eisini fingið tilgongd av Tróndi Jensen úr HB, meðan spælarar sum Rógvi Egilstoft, Jesper Christjansen og Jann Benjaminsen ikki halda fram.