Fyri 25 árum síðani bleiv Jerry Miller dømdur sekur í neyðtøku. Nú er hann fríkendur.
Jerry Miller var 23 ára gamal, tá løgreglan tók hann og skuldsetti hann fyri at hava neyðtikið eina kvinnu. Kvinnan greiddi frá, at hon sat í bili sínum, tá ein ókendur maður kom inn í bilin og neyðtók hana. Tveir menn, sum komu kvinnuni til hjálpar, vitnaðu, at Jerry Miller var tann seki. Hann noktaði, men bleiv dømdur 45 ára fongsul.
Í fjør bleiv Jerry Miller royndarleyslatin, og í gjár fekk hann so rætt í, at tað var ikki hann, sum neyðtók kvinnuna í 1981. Síðani hann varð royndarleyslatin, hevur hann havt eitt sjálvvirkandi fráboðanartól um annað beinið, men tað hevur hann nú latið myndugleikunum aftur.
Tað vóru DNA-royndir, sum prógvaðu, at Jerry Miller var ósekur. Frammanundan eru 199 amerikanskir fangar fríkendir, eftir at DNA-royndir hava prógvað teir ósekar.