Fríkendur fyri kettuskjóting

Dómarin valdi at fríkenna ein mann fyri at hava skotið tveir frensar, sum maðurin helt vera útløgukattar, men sum vístu seg at vera tveirt frensar hjá einari ungari gentu. Eini frensurin lá og svav í barnavogninum hjá abbasoninum ákærda mannin, oman á høvdinum á tí tríggjar mánaðar gamla.

Tað var eitt heldur óvanligt mál, sum Føroya Rættur viðgjørdi seinasta hósdag. Ein maður stóð ákærdur fyri at hava skotið tvær kettur.
Ákærdi maðurin greiddi frá, at hann sjálvur búði í Danmark, tá hendingin fór fram. Hann var komin heim einaferð fyrst í árinum í 2009, og tá søgdu synirnir honum, at teir vóru illa plágaðir av tveimum kettum, sum við hvørt givið høvi smugu sær inn og gjørdu illa um seg.
Ákærdi maðurin segði, at hann einki gjørdi við málið tá, men heimaftur komin á sumri sama árið, var skilið hitt sama.
Maðurin greiddi frá, at ketturnar klóraðu upp eftir snóratrænum, inn á altanina og so inn um altanhurðina ella vindeygu, sum stóðu á glopp.
Knappliga lá ein ketta í sofuni, tá tú kom inn. Tær klóraðu upp eftir veggunum og løgdu á mat, um hann stóð frammi, segði ákærdi maðurin.
Men tað, sum bikarið at flóta yvir, var tá hann ein dagin varnaðist okkurt ljóð í barnavogninum, har tríggjar mánaðar gamli abbasonurin lá og svav. Tá hann fór at hyggja, lá onnur av hesum kettunum omaná høvdinum á abbasoninum.
Eg treiv í kettuna og tveitti hana frá mær. Hon klóraði eina langa skeinu í armin á mær, og abbasonurin bløddi í kjálkanum, segði ákærdi maðurin.
Hann hevði hereftir sett seg í samband við aktingarmannin í bygdini, men hesin var upptikin av øðrum og vísti honum til kettufellur. Tað eydnaðist manninum at fanga báðar ketturnar, sum hann síðani skjeyt.
Eisini konaqn var í rættinum sum vitni, og eins og ákærdi maðurin segði konan seg ikki ivast í, at talan var um útløgukattar.

Kelnir frensar
Ikki óvæntað var søgan hjá eigaranum av frensunum ein heilt onnur. Talan var um eina unga gentu sum greiddi frá, at tann størri frensurin var ein, hon hevði tikið upp av vegnum.
Talan var kortini ikki um ein útløgukatt, tí tá hon frætti um frensin hevði hann bara verið útkoyrdur í eina viku. Hon valdi at taka sær av frensinum, tá hon hoyrdi um hann.
Yngra frensin hevði hon fingið sum kettling úr Havn.
Eigarin av frensunum segði, at báðir vóru sera kelnir og góðir við seg.
Gentan segði, at tá hon varnaðist, at ketturnar ikki komu aftur, leitaði hon í tíggju dagar eftir teimum. Hon setti seg eisini í samband við Djóraverndarfelagið at vita, um ketturnar vóru komnar inn til teirra.
Unga gentan viðgekk, at ketturnar vóru ikki inni hvørja nátt, men tær vóru ongantíð burtur í senn. Umvegis vinfólk fekk hon so at vita, at grannin hevði skotið ketturnar, og tí gjørdi hon av at melda.
Hjálagt skjølunum vóru rokningar frá djóralækna sum vístu, at tær høvdu fingið vaccinatiónir og chip, umframt pass, tí ætlanin var at taka tær við til Danmarkar.
Hon kravdi eisini endurgjald fyri »tort og svie« upp á tilsamans 10.000 krónur.

Herverk
Ákærin í málinum, Tønnes Wardum, segði, at málið var eitt sindur serligt við tað, at eingin lóg finst um leysgangandi kettur, og málið tí varð viðgjørt undir paragraf 291, sum umrøður millum annað herverk.
Hann segði seg ikki taka støðu til endurgjaldskravið, og mælti til, at hetta varð avgreitt í einum borgarligum rætti.
Ákærin segði, at bótin vanliga verður ásett til helvtina av endurgjaldskravinum, sum í hesum føri sostatt skuldi verið 5.000 krónur, men hann helt, at talan var um linkandi umstøður og mælti tí til, at bótin í staðin verður ásett til 2.000 krónur.
Dómarin var so í iva, at hann vildi hava nakrar tímar at hugsa seg um í, og klokkan 14 fall so dómurin, ið sum nevnt gjørdist frídøming.