Fríkendur fyri krígsbrotsverk

Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia fríkendi í dag Ramush Haradinaj, fyrrverandi forsætisráðharra í Kosovo, fyri krígsbrotsverk í borgaakrígnum í har síðst í farnu øld. Hetta er aðru ferð í hesum mánaðinum, at dómstólurin fríkennir menn, sum vóru ákærdir fyri krígsbrotsverk ímóti serbum.

Tíðindastovurnar skriva, at fagnaðurin var øgiligur í høvuðsstaðnum í Kosovo, Pristina, tá tað frættist, at Haradinaj var vorðin fríkendur. Í rættinum var hann ákærdur fyri at hava myrt og pínt serbar í Kosovo-krígnum í 1998-1999.

Í Serbia eru fólk í øðini um fríkenningina, og serbiska stjórnin samanber krígsbrotsmannadómstólin við mafiuna, nú dómstólurin enn eina ferð hevur fríkent menn fyri krígsbrotsverk ímóti serbum.