Fríkendur fyri neyðtøku

Ein maður í 20'unum var í Føroya rætti herfyri fríkendur fyri neyðtøku av gentu síni.

 

Hann var ákærdur fyri at í tveimum umførum at hava framt harðskap móti henni og neyðtikið hana í einum kamari.

 

Rættarmálið fór fram fyri afturlatnum hurðum fyri at verja tey bæði.

 

Ungi maðurin varð at enda fríkendur fyri neyðtøku av gentuni, men dømdur fyri harðskap móti henni. Dómarin metti ikki, at tað var prógvað nóg greitt, at ungi maðurin hevði við avráddum huga neyðtikið gentuna, og tí varð hann fríkendur fyri hendan partin av ákæruni.

 

Maðurin fekk 30 daga treytaða fongsulsrevsing fyri harðskapin móti gentuni. Dómarin segði, at hann í dóminum hevði tikið hædd fyri, at harðskapurin var framdur sum partur av einum skeldarí millum tey bæði, sum tá vóru par, og at ungi maðurin var uppøstur. Dómarin hevur eisini tikið atlit til, at harðskapurin ikki var grovur og at gentan ikki hevur fingið varandi mein.

 

At revsingin er treytað merkir, at um ákærdi maðurin ikki ger nakað revsivert í eitt ár, skal hann ikki inn at sita teir 30 dagarnar.