Ein maður bleiv í dag fríkendur fyri vakmyndaupptøkur av almennum øki.
Ein maður var ákærdur fyri ólógligar vakmyndaupptøkur í samband við, at hann meldaði grannan fyri hóttanir.
Hann hevði meldað grannan fyrr, men tá bað løgreglan um betri prógv. Tí setti hann vakmyndatól upp, men tá hann aftur fór at melda grannin, hesaferð við myndum, bleiv hann sjálvur ákærdur fyri ólógligar vakmyndaupptøkur.
Løgreglan ákærdi mannin fyri ólógligar vakmyndir, tí at ein á myndunum sær bæði almennan veg og matrikkulin hjá grannanum.
Ákærin bað um, at maðurin skuldi fáa 2.000 krónur í bót fyri ólógligu yvirvøkuna av millum øðrum ogn grannans.
Maðurin noktaði seg sekan, tá hann møtti í rættinum í morgun. Hann greiddi frá, at bakgrundin fyri, at hann valdi at fáa sær vakmyndatól, var tann ógvusligi ágangurin, sum hann upplivdi frá grannanum. Sambært manninum hava grannanir bæði framt herverk móti ogn síni og hótt seg og familjuna.
Ákæruvaldið gjørdi greitt, at hóast endamálið kanska einans var at vera á varðhaldi um egna ogn, so kemst ikki undan, at vakmyndatólini eisini peikaðu inn á almenna ogn, og tí er talan um brot á lógina um vakmyndaupptøkur. Almenna økið var heldur ikki fjalt á upptøkunum, sum trygdarfyritøkan og ákærdi annars vildu vera við. Ákæruvaldið helt heldur ikki, at ótti fyri grannanum er haldgóð grundgeving fyri at vakmyndatólini vístu part av ogn grannans og almennan veg. Ákæruvaldið kravdi tí, at maðurin fær eina bót upp á 2.000 krónur.
Verjin hjá manninum helt, at dómarin átti at minnast til, hví vakmyndatólini vórðu sett upp, at hetta var fyri at verja ákærda og familju hansara. Hann vísti á, at ákærdi hevði lagt trygdarfyritøkuni eina við, at hann einans vildi síggja, hvat gekk fyri seg á egnari ogn, og at hann tí helt, at her var alt í lagi. Hann hevði tí handlað í góðari trúgv, tí tað krevst ikki loyvi at seta vakmyndatól upp á egnari ogn. Tí bað verjin í fyrsta lagi um, at maðurin bleiv fríkendur, og í øðrum lagi, um hann skuldi verið dømdur kortini, at hann ikki fekk nakra revsing fyri lógarbrotið.
Í dag bleiv maðurin so fríkendur í Føroya rætti fyri vakmyndaupptøkurnar.