Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin Geir H. Haarde varð í dag fríkendur í trimum av fýra ákærum, sum Altingið reisti ímóti honum í sambandi við hansara embætisførslu upp undir bankakreppuna í 2008.
Málið hevur verið í einum ríkisrætti, har níggju av teimum 15 dómarunum gjørdu av at fríkenna fyrrverandi forsætisráðharran í trimum av teimum fýra ákærunum. Í ákæruni, sum hann varð dømdur sekur í, stendur, at hann helt ikki ráðharrafundir um týðandi politisk mál.
Hevði ríkisrætturin dømt Geir H. Haarde sekan, kundi hann fingið upp í tvey ára fongsul. Nú sleppur hann undan fongsli, og tað almenna rindar allan sakarkostnaðin. Geir H. Haarde hevur alla tíðina noktað seg sekan.
Dómurin er 415 blaðsíður og verður almannakunngjørdur seinnapartin.