Fríkirkjan Oasan verður vígd leygardagin

Eftir at hava húsast á ymiskum støðum seinastu árini, kann fríkirkjan Oasan í Hoyvík nú síggja fram til komandi vikuskiftið, tá tey taka sín egna kirkjubygning alment í nýtslu.

Hoyvík: Fyri limirnar í samkomuni verður tískil leygardagurin 27. august ein heilt serstakur dagur, tí tey nú álvara kunnu leggja til brots við missiónsarbeiði sínum innanveggja og aðrastaðir við.
Í samband við hesa vígsluna fara fyristøðumaðurin, Jóni Johannesen og mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni at tala, eins og nógvur sangur er á skránni.
- Okkara hjartans ynski er, at øll skulu kenna seg sum ein part av kirkjuni og taka hetta húsið til sín sum sítt egna og brúka tað.
- Tí vilja vit gera okkara til at skapa eitt slíkt umhvørvi, har ein og hvør fer at kenna tað sum sít egna heim, - ja, sum eitt andaligt friðskjól mitt í einum tryggum og góðum felagsskapi, sigur Jóni Johannesen.
Kirkjan sjálv er longu í brúki til gudstænastur, møtir og til barna- og ungdómsarbeiðið. Fyrsta møtið varð hildið her sunnudagin 5. juni, men ikki fyrrenn nú verður kirkjan altso vígd.

Umfatandi skrá
Skráin fyri vígsluna av bygninginum sær spennandi út. Umframt luttøku úr Føroyum koma eisini kend fólk úr Noreg og Íslandi at taka lut.
Vígsluhátíðin byrjar hóskvøldið 25. august, tá ungdómsmøti verður. Fríggjakvøldið verður stór gospelkonsert fyriskipað, har ein vendur sær bæði til tey eldru og til tey yngru.
Við hesa konsertina fer Finnur Hansen at syngja, umframt bólkin Proclaim og gospelkórið United Voices.
Sjálv vígslan verður leygardagin kl. 15, tá ein vígslugudstænasta verður á skránni, har fyristøðumaðurin og mentamálaráðharrin fara at tala.
Við hetta høvið fara eisini Torbjørn, Annika, Sigrið og onnur at syngja, eins og dansibólkurin Saltið hevur eina framførslu. Aftaná verður ábit, eins og fólk fáa høvið at hyggja seg um í kirkjuni.
Um kvøldið verður møtið við tí eina útlendska gestinum. Tá fer nevniliga kendi Føroya-vinurin, Eivind Frøen úr Noregi at tala og ein manstrio úr Soli Deo Gloria í Klaksvík at syngja.
Sunnudagin 28. august verður so fyrst gudstænasta kl. 11, har Fridrik Schramm úr Íslendsku Kristskirkjuni talar og Ester, Jannet og onnur syngja.
Seinnapartin kl. 14 er sunnudagsskúli á skránni, har m.a. Absalon Áargarð og familja hansara luttaka.
Um kvøldið - kl. 18 - verður so aftur evangeliskt møti við Eivind Frøen, har Torbjørn, Annika, Sigrið og onnur syngja. Aftaná hetta møtið verður nátturði.