Frálík konsert!

Fyrr hevur konsertin, sum hesuferð var tann 5 í røðini fingið heitið: ?ársins konsert?, og tað má sigast at vera eitt heiti hon er við at bera við æru. Samstundis var hetta 38. Konsertin hjá Føroya Symfoniorkestri.

Tað var við einum ávísum spenningi at farið varð til konsert, vitandi at skráin sjálvandi var í tí lætta endanum, men tó so, heildarmyndin og framførslan sum heild hevur nakað at siga kortini. Konsertin í ár var sera góð.

Sum nakað nýtt var í ár eitt manskór við. Hetta var sera væl eydnað, tí Tórshavnar Manskór er jú nakað serligt, og ikki er tað heldur so løgið, at teir vóru við, tí ein partur av skránni var jú Soldátarkórið í ?Faust? hjá Charles Gounod, so her fingu menninir - sungið á fronskum - rættuliga roynt seg, og sigast má, at frægari kór verður ringt at finna, í hvussu so er á hesum longdar- og breiddargradum. Ikki sørt minti hetta meg um at hoyra Mario Lanza við sínum ?Student Prince? í upptøku frá RCA framføra. Eitt satt meistaraverk, sum vit, ið sótu í høllini fingu endurtikið, eftir at sjónvarpsupptøkutólini vóru sløkt - takk fyri tað.

Konsertin byrjaði still og vøkur við verkum hjá Rossini og Shostakovich, bæði overturua og romansa. Sera vakurt var at hoyra Sámal Petersen spæla solostemmuna og mana fram tann rætta klangin í violini til hetta sera vakra tema, sum romansan hevur, og so ikki at gloyma vælkenda skoytuvalsin hjá Waldteufel. Føroya Symfoniorkestur vil eg siga hevur sín serliga ?sound?, um eg skal nýta eitt fremmant orð, og fyri ikki at skuffa nakran, so er tað eitt ella annað í mínum oyrum, sum sigur mær, at ljóðið kann sýnast nakað ?tunnt? viðhvørt, og serstakliga, tá spælt verður spakaliga. Eg veit at tað er ikki lætt at gera nakað við hetta, tí vit mugu minnast til, at flestu av tónleikarunum eru nýggir og óroyndir í symfoniorkestur-samanhangi, so her skal berast yvir við hesum. Samstundis kann ein fegnast um, at fleiri nýggj andlit vóru við í orskestrinum, sum nýliga eru útbúgvin innan musikkskúlan, so her eisini gott í væntu, tí hesi ungu eru jú framtíðin, og tey skulu fáa alt rós uppiborið fyri sína luttøku.

At hava felagssang við í konserthøpi, er eisini blivið meir og meir vanligt, ikki bara tann eina sangin, men hesuferð fingu vit høvi at syngja við í tveimum sangum. Frálika summaryrkingin hjá Christiani Matras við lagi hjá Jógvan Waagstein ?Dimmið?, ella ?Nú nemur náttin við smærur? var hesuferð tikin við, og hugaligt var at syngja við og nærmast sita og leingjast eftir sumri og lýkku hetta vetrarkvøldið í Norðurlandahúsinum. Sera vøkur útseting fyri kór og orkestur. Tíverri fingu vit ikki at vita, hvør hevur gjørt útsetingina.

So smátt var farið yvir tann lættara partin, við løgum hjá Berlioz og so megnaryrkingin hjá J.H.O. Djurhuus ?Ódn?, eisini við lagi hjá Jógvan Waagstein var framført. Ein kendi rættuliga ódnina brúsa, og væl var framført, bæði av kóri og orkestri. Aftaná taluna hjá landstýrismanni okkara í mentamálum, helt kórið áfram við vakra íslendska lagnum ?Nú hnígur sól?, sum eisini var eitt sera vakurt lag. Hetta lag hevur kórið jú nærum fast í síni sangskrá, men hugaligt var at hoyra tað so væl mannaða manskórið við uml. 60 monnum syngja, enntá saman við orkestri, so tað kendist heilt ?nýtt? at hoyra lagið framført hesu ferð.

Í tí lættara endanum komu nú raplandi ?Tango Jalousie? hjá Gade, har eisini Sámal Petersen fekk roynt seg við violinini, eins og ein annan salongtónleikara. Síðani komu ?Annen Polka? hjá Johann Strauss, og so vakra valsin hjá Lehár: ?Kom og dansa?, har vit áhoyrar enn eina ferð fingu loyvi at syngja við. Orðini átti Christen Holm-Isaksen, sum yrkti tey um aldarskiftið, sum sostatt eru um hundrað ára gomul.

Nú var endin fyri framman, og tú kendi tað, sum at hæddarpunktið var um at koma, so aftaná frálíku framførsluna Soldátakórið úr ?Faust? var vakra lagið ?Á spreingisandi?, sum týðuliga bar brá av ísraelskari lagagond við mollskifti í lagnum, og so tað at týttleikin øktist, so hvørt modulatiónirnar komu. Her kom orkestrið rættuliga í gongd, tá orkestrið spældi hart, og her kom tað rætta ?soundið? fram og tú kendi symfoniorkesturljóðið aftur - frálíkt!

So var bara finalan eftir, nevniliga ?Radetsky marsjur? hjá Johann Strauss, eldra. Eitt lag sum allar nýggjárskonsertir í heiminum ikki sleppa undan at hava við. Hørðu lógvabrestirnir bóru boð um at ein frálík konsert var við at enda.

Gleðiligt var eisini at síggja, at Føroya Symfoniorkestur hevur framtíðarætlanir við konsertum, longu aftur tann 28. februar og tann 27. juni. Síðsta tiltakið hjá orkestrinum í ár verður í oktober, har eisini føroysk løg, skrivað av bólkinum ?Frændir?, so nógv er at gleða seg til í komandi tíðum. So stendur næsta nýggjárskonsertin eisini á skránni fyri ár 2000, tann 9. januar, umframt 9. symfoni, sum er á skránni tann 12. juni næsta ár.

Takk fyri eina frálíka konsert - vit hoyrast aftur!