Frå Leddiken avbera gott ummæli í Noregi

Tað er langt síðan, at orðini hjá Jakob Sande hava fingið so stórsligið fylgispæl, skrivar ummælarin hjá Bergens Tidende millum annað um fløguna hjá Hanusi og Aldubáruni, Frå Leddiken.

Útgávan hjá Hanusi Johansen og Aldubáruni hevur alt, ið skal til at gerast ein Jakob Sande klassikari. So stór eru orðini, ið ummælarin Avegil Horne Mikkelsen endar sítt avbera jaliga ummæli av nýggju útgávuni Frå Leddiken við.
Ummælið, ið varð prentað í Bergens Tidende fríggjadagin, kallar útgávuna eina óvanliga væleydnaða Sande verkætlan. Gávurnar hjá Hanusi at tolka yrkjarar hava vit í Føroyum verið greið um í nógv ár, nú tykist tað, sum um norðmenn eisini eru farin at síggja hetta.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt útlendskt tónaskald hevur útgivið løg gjørd til yrkingar hjá Jakob Sande, ið er eitt av týdningarmiklastu nýnorsku skøldunum. Hanus hevur tikið hesa stóru avbjóðing á seg, og hevur lyft hana uttan trupulleikar. Tí sambært ummælaranum so er hvørt einstakt lag heilstoypt og ment væl og hóskar væl til orðini hjá Jakob Sande. Ummælarin nevnir lagið Likfunn, Hanus og Aldubáran megna við lagi og arrangementi at vísa tað ræðuliga í orðunum, ið ofta áður eru framførd á ein humoristiskan hátt.
Arrangementini og instrumentering fáa sera gott viðmæli, tey veksla millum tað einfalda og tað stórsligna. Avegil Horne Mikkelsen nevnir arrangementini av blásarunum, sum verandi serliga gjøgnumførd og flott.
Ummælarin gleðist um, at dóttur Jakob Sande, ið áður hevur verið sera kritisk mótvegis onkrum Sande løgum, hevur givið Hanusi loyvið á nýta orðini hjá pápa hennara..Tí tað er langt síðan, at orðini hjá Jakob Sande hava fingið so stórsligið fylgispæl, skrivar Avegil Horne Mikkelsen í ummælinum, ið kann lesast í fullum líki á heimasíðuni bt.no.