Frælsi eigur at betýða fleiri krónur í OKKARA lummar

Um tú ikki klárar at stjala frælsið hjá kontórdamuni at roykja, drekka ella eta tað, henni lystir, tá er tað, at skatta aktivitetin, tað næstbesta

Frælsi er ikki bert eitt abstrakt hugtak. Ímeðan filosofiin handan orðið ivaleyst er rík og detaljerað, er hetta ikki týdningarmesta síðan. Tann sanni týdningurin av orðinum er væl og virðiliga plantaður í illfrýnta veruleikanum: hvat vit kunnu keypa frá handlum at drekka, eta ella roykja; hvar og nær vit kunnu njóta okkara keyp; hvat vit kunnu siga og til hvønn. Í stuttum—hvussu lívið kann livast.
Pengar hava avbera stóran týdning í gerandisdegnum. Um tú sleppur at eta eitt Bounty, tá er alt super-duper. Men um tú ikki hevur pengarnar í buksulummanum, tá er hatta frælsið bert hypotetiskt. Tað er at gleðast um, og betri enn at tú ikki sleppur at keypa eitt Bounty, men kortini ein hypotetisk gleði.
Í hesum finna vit tí fyrstu og mest eyðsýndu ávirkanina á okkara frælsi—við at dustsúgva eina góða helvt av okkara árliga tjóðarríkidømi, verður frælsið hjá skattgjaldaranum lagt í leinkjur. Hvørt ár verða vit noktað møguleikan at brúka okkara frælsi at keypa, spara ella investera av tí simplu grund, at vit ikki hava pengarnar at gera tað. Teir eru tiknir av TAKS-manninum, og við honum fer enn ein flís av okkara frælsi.

Trendin, at geva pengar og makt til land ella kommunu, er ikki nógv øðrvísi enn at geva billyklarnar og eina fløsku av akvavitt til tínar teenage-dreingir. Men nakað so harmleyst sum at lækka skattin gevur okkum, um ikki privatlívið aftur, tá størri frælsi at taka egnar avgerðir.
Oftani er hetta eitt hjáárin av eini skatting, ið einamest handlar um at pynta hatta bølnaða útreiðslu-sirkusið. Høvdu landsins “vakthundar”, ið ikki veita frægari mótstøðu enn ein duramotta, dittað sær at konfronterað landsstýrismannin í fíggjarmálum um henda roynveruleika, hevði hann ivaleyst ypt øksl, kanska enntá orsakað seg fyri møguligar ónáðir við forteljingini, at hann ongan annan møguleika hevði enn at hækka skattin fyri at fíggja komandi ætlanir.

Men nýligani hevur avmarkandi ávirkanin av skattingini á persónligt frælsi verið væl meiri tilvitað og nógv meiri illkynjað. Hasi, ið hata fólksligt frælsi, hava skilt, at skattlegging er eitt amboð. Um tú ikki (enn) klárar at stjala frælsið hjá kontórdamuni at roykja, drekka ella eta tað, henni lystir, tá er tað, at skatta aktivitetin, tað næstbesta.
Vørur sosum sigarettir, alkohol og “ósunnur” matur eru álagdar ein risaskatt, eisini kallað vørugjald, desainað at skerja borgarans frælsi at keypa tær. Skimma ígjøgnum bara onkra grein ella “kanning”, ávikavist skrivað ella bíløgd av fortalarum fyri reyð-grønum politikki, og tú sært, at skatting er eitt ómissandi vápn í vápnagoymsluni. Skattur er farin frá at vera ein tilvildarlig tálman av frælsi til at vera eitt ágangandi amboð hjá vatnmelónunum—myrkagrøn uttaná, knallreyð innaní—at bumba okkum aftur í myrku miðøldina.
Feskasta samanpentanin, handa har, ið flagellantiskt vísir á eina alheimsupphiting, er ideologisk. Ein afturvendan til góðar, gamlar CO2-fríar dagar í sjarmerandi armóð, men óerligt ballað inn í og stuðlað av kavmodnum hugtøkum sum heilsa og trygd, ið eisini gera sær dælt av frælsisstjalandi lógum og reglugerðum, smáligum kunngerðum og klippum og niðurlátandi ávaringum og ræðukampanjum.
Tí er einki at siga til, at hugmyndarsørir politikarir elska grønu dagsskránna, tá ið hon merkir meiri kontroll, meiri regulering, meiri skatt, fleiri fundir, fleiri ferðir og dýrar ráðstevnur og fleiri møguleikar at vísa sítt uppofrandi og hástóra ídni.
Falska kjakið um alheimsupphiting er flutt frá vísindi og faktiskum data og yvir á religiøsa fanatismu, har tess fylgisneytar, á tremur við sjálvgóðari øði, eru sannførdir um, at teir sita inni við einum hægri sannleika. Júst sum ein religión verður “umhvørvi”, “trygd” og “heilsa” ótarnað brúkt at gera inntriv í okkara kærkomnu rættindi; og serliga umhvørvisvernd er baðað í haturi fyri tingsligu verðini, og aftur, eins og religión, krevja økogudarnir trúfesti og dyrkan, heldur enn stívrenda intellektualismu frá sínum nikkandi massa.
Boðini eru tí greið. Vegurin til persónliga frelsu er at inna yvirnatúrlig ritual sum at sløkkja ljósið í 1 tíma, ella býta eina synduga ljósperu um við eina orkuperu, ella bara planta eitt træ fyri hvørja ferð tú kemur út úr terminalinum har vesturi.

Eitt er akkumuleringin av skatti, annað er, hvar pengarnir enda, eftir at teir eru savnaðir saman. Øtiligar upphæddir verða søplaðar burtur—óneyðugur studningur, universal-veitingar, fólkapensjón og “serviðgerð uttanlands”, og so øll hasi ráðini við hvør sínum neva av líkagyldigum og pappírsputlandi stovnum og stovum kjokkaðar við ábyrgdarleysum klædningum at bestemma, hvat er best fyri teg og meg fyri okkara pengar.
Alt ov oftani geva vit okkum ikki far um, hví og hvat vit betala skatt fyri. Dømi: hví skal eg betala øðrum at fortelja mær, hvat eg, pápi at fýra og vanligt skilafólk, burdi og ikki burdi gjørt við míni børn, sum longu hava nøkur grundtryggjað rættindi? Hví skal eg gjalda til ein stovn, sum skal fyllast við amatør-ekspertum, og síðani haldast á lívi við innantómum og innlýsandi ráðum—at tað er gott at hava vinir, gera forskelligt við familjuni, eta nógv brokkoli og anda við máta.
Hesir sunnheitsekspertar, ið mugu halda foreldur vera nøkur óforbetrandi narkovrak, siga tað vera ósømiligt og óhoyrt, at ikki øll børn í Føroyum hava eina samrøða við ein teirra. Tað vil siga, eitt forboðsupplýsandi prát við seg um okkum, hvussu vit liva, og um vit nú liva nóg skilagott sambært teimum og stovnum annars, politikarir so líðandi eru blivnir moralskt bundnir av áðrenn teir kenna seg føran fyri at taka nakra sum helst virðisgrundaða avgerð.
Uttan uppíblanding frá einum státsligum riðili av alvitandi og ullintum krukkum nóg innbilskar at halda seg sita inni við nøkrum upplýsingum, ið onkursvegna glapp okkum úr høvdinum, hevur eitt ótal av foreldrum vant sínar synir og døtrar at verða lóglýdnir, klókir, stuttligir, sjarmerandi og brúkiligir limir í samfelagnum.

Skatturin verður brúktur at menna ráðaríka vælferðarstatin, sum nú er endaður sum eitt terapeutiskt trøll—hvat eg og míni altíð hava ávarað ímóti! Tað er jú ein feit misskiljing, at okkara sparigrísur, landskassin, við superveitingum til sjálvt tey dovnastu av okkum, hevur nakað við mannarættindi at gera. Eg veit, kjakið er fýrisligt, tá ið tað kemur til vælferðarstátin við alskyns bundinskaps-elvandi veitingum og hvørji rættindi, og ongantíð hvørjar skyldur, borgarin hevur. Og fakfelagsfólk halda opinberiliga, at tað er ein mannarættur at eiga eini Norðsetur-hús, og ein Honda, og at sleppa til Blokhus hvørt summar aftaná at hava keypt fyri fleiri túsund krónur í jólagávum.
Eg haldi ikki. Ja, faktiskt haldi eg hetta vera treytaleyst svass, og tí skjóti eg upp, at tit gera sum eg og lena tykkum at orðunum hjá libertianska P. J. O’Rourke:

“There is only one basic human right, the right to do as you damn well please. And with it comes the only basic human duty, the duty to take the consequences.”

Nú eri eg ikki nakar Beveridge-maður, men poengið við einum felags sparigrísi, umframt at syrgja fyri teimum, ið ikki klára at uppihalda sær sjálvum vegna sjúku, brek ella elli, er at hetta eru pengar, tú allíkavæl hevði spanderað.
Og ikki (ikki!) slíkt arbeiði og tænastur, tú annaðhvørt ikki hevur tørv á ella barasta ikki vilt hava. Tað rakar jú ikki ættarrøktandi Gigni ella atburðsstýrandi Fólkaheilsuráðið, ella misantropiska kontrollfrikin Sølva Reinert Hansen, um eg drekki reyðvín hvørt kvøld, ella fái mær eitt væluppiborið andligt suð væl hjálptur av paracetamol, ella bæði saman, so leingi sum eg ikki geri nøkrum fortreð.
Nøkur leggja onki í at vera lekkur, men halda, at útsjónd er grunnskygni, ið sýgur tíð og orku frá álvarsmálum og stuttleika. Eg eri ikki endiliga samdur, men havi ógvusliga virðing fyri hesum fríu einstaklingum, ið halda motión vera deyðasjúkt og flokka mat sum brennievni, ið skal svølgjast niður skjótast gjørligt; ið halda, at matgerð er fyri mammudreingir, og um maturin ikki er stoktur av arbeiðarum á minstuløn uppá minni enn 3 minuttir, eru teir ikki áhugaðir.
Hvat enn státsstuðlaða heilsujuntain heldur, tíma øll ikki alla-somlu-tíðina fáa fortalt, at “grill” og “slikk” er av tí ónda. Tey hava ongar ambitiónir um at liva í allar ævir og líkjast einum óseksutum fitness-coach, ið oftari enn ikki er ein kropslig inkarnatión av góðari heilsu, gjørdur av vemmiligum vitaminum, sólskini og proteinum. Frælsi til glatan eitur nakað, og samanumtikið eitur tað privatlív!

Oyðslið hjá tí almenna stendst tí lutvíst frá eini samandungan av sjálvstøðugum umboðsstovnum, ikki bara Demokratia og KRIS, men ráð ditt og ráð datt við hvør sínum avbrótandi skump-boðskapi um hvat er rætt, og hvat er skeivt.
Í einum sakleysum heimi hevði lágur skattur verið gott fyri frælsi, tí tess meiri tú sleppur at varðveita av tínum egnu pengum, tess fríari ert tú at liva lívið. Men í einum politiskum heimi alt meiri áhugaður í umsjón og stýring, ráðgeving og forboðum koblað saman við einum óvana at tosa niður til fjøldina, er skatturin blivin eitt tilætlað amboð at avmarka okkara frælsi.
Við at fría sivilsamfelagið at taka á seg oyðslusamar vælferðartænastur, ber til at spara krónur og betra um nakrar grundliggjandi tænastur. Og við at lækka skattin fría vit hasi, sum hava hug at taka egnar avgerðir um egið lív, samtíðis sum vit sleppa undan lítilsvirðandi almennum myndugleikum, ið heilt groteskt verða betaldir við okkara hart tjentu pengum.