Birgir Kruse
- Hvat slag av bók er talan um?
Hetta er eitt savn av greinum og røðum, sum eru valdar út, rættaðar og snøggaðar til útgávu og settar saman í eina bók.
- Er tað fyri at seta suverenitetin í perspektiv, at bókin nú verður givin út? Er siktið politiskt heldur enn bókmentunarligt?
Ja, eitt av endamálunum er at seta fullveldisætlanina í søguligan, mentanarligan, búskaparligan og altjóða samanhang. Hetta er sjálvsagt eitt politiskt sikti og ikki eitt bókmentanarligt endamál í listarligari merking. Bókin er fyrst og fremst ein politisk bók við politiskum innihaldi ? skrivað av einum politikara. Men eg haldi ikki, at politikur og mentan eru mótsetningar. Politikkur er jú ein týdningarmikil partur av okkara mentan. Og tey ávirka jú hvørt annað - politikkurin mentanina, og mentanin politikkin. Vit tosa jú eisini um bæði ?mentanarpolitikk? og ?politiska mentan?. Tí hevur bókin eisini eitt bókmentunarligt endamál. Og fleiri røður eru, ið snúgva seg um viðurskifti, sum vit vanliga ikki bólkað undir politikk, men undir mentan. Eg var jú eisini landsstýrismaður við mentamálum eitt skifti.
Tað týdningarmesta haldi eg vera, at bókin er erlig. At ein hugsjón og ein politisk gongd verður løgd opin út til lesaran at meta um við kritiskum eygað. Bókin kann geva bæði politiskum viðhaldsfólki, teimum ivandi og teimum, sum eru ósamd, høvi at viðgera og taka støðu til tilfarið. At finna mótsvar, hugsa um aðrar grundgevingar og um tættir, ið krevja nágreiniligari ella betri viðgerð. Vónandi eitt konstruktivt íkast til bæði tað politiska og tað mentanarliga kjakið.
- Nakað nýtt, sum ikki er hoyrt ella sætt áður?
Jú, seinasta greinin er ein samanumtøka eftir samráðingarnar við donsku ríkisstjórnina, sum ikki er prentað áður. Heilt feskt.
- Er nakað eyðkenni við røðunum, nakar afturvendandi táttur?
Ja, tann gjøgnumgangandi tátturin er ? sum heitið sigur ? frælsi og ábyrgd. Um tørvin á og grundgevingarnar fyri, at føroyska tjóðin eigur at taka fulla ábyrgd av sínum landi og øllum samfelagsins viðurskiftum. Sjálvsagt greinir og røður um sjálvt fullveldismálið, men eisini í stóran mun dagsins politikk: Um sosial viðurskifti, pensiónir, vinnupolitikk, økismenning, fíggjar- og búskaparpolitikk, útbúgvingarpolitikk og so framvegis. Um mentanarlig og søgulig viðurskifti, og nakrar um leiklut Føroya í einum heimi í broyting. Men hóast evnini eru ymisk, er tann grundleggjandi hugsjónin tann sama: Vit skulu gerast ein frælsi tjóð, og taka fulla ábyrgd.
- Eru tær - røðurnar - hildnar við ávís afturvendandi ella á nakran hátt líknandi høvi?
Greinirnar hava nógvar verið prentaðar í bløðunum. Røðurnar eru hildnar við ymisk og eisini afturvendandi høvi, jú. T.d. eru nakrar frá 14. september-haldum, flaggdagshaldum, onkur frá 1. mai, eins og røður frá ymsum summarstevnum og fundum: ólavsøku, vestanstevnu, fólkafundi á Slættaratindi, Ítróttarstevnu heima á Sandi, fólkafundi í Fugloy o.a. Nakrar røður eru frá politiskum fundum og kvøldsetum kring landið, og nakrar á Løgtingi, tá stórmál hava verið til viðgerðar. Eisini eru norðurlendskar røður við.
- Hvussu umfatandi verður bókin?
Góðar 60 greinar og røður eru valdar, sum eru skrivaðar og hildnar í tíðarskeiðnum frá 1994 til 2000. Her eru altso greinar, sum eru skrivaðar, áðrenn eg fór upp í politikk. Tí skuldi eisini borið til hjá lesaranum at sæð ein samanhang í hugsanum og ætlanum - og eisini endurskoðanir av møguleikum.Í vavi er bókin knappar 300 síður til støddar við einum inngangi um hugsjónina, sum allir tekstirnir byggja á, og um samanhangin millum frælsi og ábyrgd.
- Hvussu hevur gingist við fyrru bókin ?Myten om rigsfællesskabet??
Eg vónaði, at eg við bókini fór at fáa danskar politikarar, blaðmenn og onnur at seta seg eitt sindur inn í grundarlagið undir føroysku sjálvstýrisrørsluni og føroysk viðurskifti sum heild. Hetta haldi eg lutvíst hevur eydnast. Danska forlagið sum gav hana út hevur júst sagt mær, at fyrsta útgáva er útseld, og at tey fara at prenta annað upplag nú. Bókin fekk merkiliga góð ummælir í øllum donskum bløðum, og eg havi fingið sera nógvar positivar afturmeldingar frá lesarum. Ikki bara úr Danmark, men úr øllum Norðurlondum.
- Kemur ein føroysk útgáva av hesi bók?
Ein føroysk bók hevði sjálvsagt havt eitt nakað øðrvísi innihald, tí danska bókin varð skrivað til fólk, ið lítið og onki kenna til Føroyar. Havi tó als ikki havt stundir at gera hetta enn.
- Tað var júst um jóltíðir, at tú arbeiddi við donsku bókini; hvussu gekst?
Eg kom nærum í rasshaft av teirri útgávuni um jóltíðir í fjør. Hevði lovað forlagnum at hava handritið liðugt í januar, men tá leið móti jólum hevði framvegis ikki borið til at sett stundir av til tað. Úrslitið varð, at eg millum jóla og nýggjárs og nakrar vikur í januar skrivaði at kalla hvørja nátt. Í fleiri vikur var svøvnurin ikki annað enn fugladúrar. Tað var ein rættiliga harður umgangur. Tílíkt ber bert til, tí at konan og børnini eru so tolin og deilig.
- Hvussu hava stundir verið aftur at seta eina nýggja bók saman, samstundis sum tú ert varaløgmaður og hevur hópin av uppgávum at síggja til ? og jólini nærkast í hvørjum?
Eg havi eftirhondini vant meg til at hava ein sera langan arbeiðsdag. At tað ber til er fyrst og fremst konu og børnum mínum fyri at takka. Uttan teirra stuðul hevði eg verið púra fyri ongum. Tí er bókin eisini ognað henni og børnunum. Tann stóri stuðulin frá familju míni er fortreytin fyri øllum tí, eg geri. Men eg havi framvegis onga feriu havt síðani eg gjørdist landsstýrismaður, so eg hevði ikki klárað at farið undir at skriva ein bók av nýggjum einaferð enn. Men hesaferð hevur teldutøknin og hjálp frá dugnaligum fólki gjørt tað møguligt. Her er talan um tekstir, ið sjálvsagt hava kravt sína tíð, tá teir eru skrivaðir - men síðani liggja teir jú á telduni.
- Og so trýstir tú bara á ?prent??
Nærum, tí tá Jonhard Mikkelsen á Sprotanum heitti á meg um at savna tilfar til eitt greina- og røðusavn, kravdist fyrst og fremst, at eg fann tilfarið fram á telduni og tók tað frægasta burturúr. Síðani heitti eg á Sjúrð Skaale, sum hevur eitt sera gott og kritiskt teksteyga, um at taka tilfarið til hús og fara ígjøgnum tað. Hann var so beinasamur at nýta sína frítíð til hetta ? nógv kvøld og vikuskifti eru farin hjá honum. Hann gjørdi so viðmerkingar, hampaði tekst og uppseting, og segði sína hugsan um, hvat átti at sáldast frá. Eldsálin á forlagnum Sprotanum, Jonhard Mikkelsen, hevur síðani viðgjørt tilfarið og hevur saman við dugnaligum rættlesarum hampað um málburðin. Kalmar Lindenskov hevur hartil veitt góða hjálp við permuni. So í hesum føri eru bert kvøld farin hjá mær ? ikki nætur. Og tað er takkað verið beinasemi frá øðrum.
- Tillukku við tí. Hvar og hvussu verða jólini hildin í ár?
Jólini verða hildin saman við familjuni. Jólaaftan við hús í Hoyvík saman við verforeldrunum, og jóladag er íslendskt hangikjøt hjá verforeldrunum. Annars verður dúgliga vitjað hjá foreldrum, systrum, ommum og aðrari familju. Tíverri halda mamma mín og systrar við familjum jólini í Danmark í ár, men tað má so vinnast aftur seinni. Mín vón er sjálvsagt at konan, børnini og familjan annars sleppa undan at hoyra meg tosa ov nógv um politikk á jólum...