Í gjár týsdagin 24. mars 2009 varð minningarhald hildið fyri einum av hetjunum frá jødiska frælsisstríðnum seinnapartin av 1930’unum, sum doyði 24. mars 1944.
Hvør var Orde Charles Wingate?
Tað serliga við hesum minningarhaldi er, at maðurin talan er um, var ikki av jødiskari ætt.
Hann var hinvegin bretskur heryvirmaður, ið brendi fyri at fáa stovnsett tjóðina Ísrael. Navn hansara var Orde Charles Wingate. Hann varð var jødunum kallaður vinurin, ‘Hayed’id’.
Fyrsti forseti Ísraels, David Ben-Gurion, segði um Orde Wingate, at var hann ikki deyður undir 2. veraldarbardaga, so var hann sjálvskrivaður fyrsti Chief-of-General-Staff (ovastur fyri hermegina) í Ísrael undir frælsisstríðnum í 1948.
Moshe Dayan sigur í endurminningum sínum, at tað var Wingate fyri at takka, at arabisku herdeildirnar – hóast fleiri ferðir størri í tali av hermonnum og hernaðarútgerð – so dyggiliga taptu fyri ísraelska herinum í bardøgunum í miðeystri í 1948, 1956 og 1967.
Wingate sum bjargingarmaður
Orde Wingate kom sum kapteynur í bretska herinum til Palestina í 1936. Um hetta mundið gjørdu arabiskar deildir atsóknir um næturnar á jødiskar niðursetubygdir og kibbutzir. Bretska hermegin gjørdi ikki nógv fyri at hjálpa jødunum, m.a. tí at bretar um hetta mundið vóru pro-arabisk sinnaðir.
Wingate hinvegin var brennandi pro-zionistiskur, og skipaði fyri at útbúgva ungu jødisku niðursetumenninar í krígsførslu, og setti á stovn fyrstu veruligu guerilla-deildirnar. Frá 1936-1939 eydnaðist tað Wingate á odda fyri jødisku herdeildunum frá Haganah at steðga álopunum frá arabisku yvirgangsbólkunum. Samstundis lærdi hann ungu jødarnar í krígsførslu. Hesir skuldu seinni gerast generalar og herovastar í ísraelsku hermegini, m.a. Moshe Dayan og Yigal Allon.
Bretska herleiðslan í Palestina metti, at Wingate var farin ov langt út um mark í sínum ídni fyri jødarnar, og hann varð sendur heimaftur til Bretlands í 1939. Í passi hansara varð stemplað, at Wingate var bannaður at fáa innferðarloyvi til Palestina nakrantíð aftur.
Í 1941 varð Wingate sendur til Etiopia at berjast móti italiumonnum. Hann vann á einum nógv størri italienskum heri, og fylgdi Hailie Selassie aftur til Addis Abbeba.
Í 1943 var Wingate settur ovasti fyri eini herdeild av 3000 monnum, sum bardust inni í frumskógini í Burma móti japanska herinum. Á eini flogferð í Burma 24. mars 1944 datt flogfarið, sum Wingate var við, niður, og allir umborð doyðu.
Wingate var ein serlingur á so mangar mátar. Hann var djarvur, sagt var um hann, at hann kendi ikki til ótta í bardaga. Hann var framúr góður taktikari í bardaga, og dugdi at lesa fíggindan av, og hvussu ein bardagi kundi vinnast. Hann var treystur út um tað vanliga, og kundi ganga heilar nætur, tá hann leiddi ungu jødisku Haganah-hermennnirnar gjøgnum fjallalíðirnar í Palestina.
Wingate var visjonerur. Hann sá longu í 1937, at eitt stórkríggj fór at koma, og at Týskland fór at leggja londini í Evropa undir seg, við undantak av Bretlandi. Hann segði eisini við zionistisku leiðarnar í Palestina, m.a. Chaim Weizmann og Moshe Sharett, at tá Ísrael fór at gerast ein sjálvstøðug tjóð, so komu teir at berjast eitt blóðugt frælsisstríð fyri at náa hesum máli. Wingate segði við teir, at hann sá tað sum ein framíhjárætt at sleppa at leiða ísraelska herin í hesum stríðnum.
Wingate varð kallaður ein “insider’s outsider”. Hann var illa lýddur at mongum í bretsku herleiðsluni, m.a. tí at hann helt lítið um teirra ‘spit-and-polish’-mentan. Men hann kendi fólk uppi á ovastu rók í bretsku stjórnini og hervaldinum, m.a. Winston Churchill og Lord Louis Mountbatten. Churchill tók Wingate við sær til Quebec í 1943, tá samráðingar vóru millum teir sameindu.
Tá deyðsboðini komu um Wingate segði Churhill í enska parlamentinum soleiðis um Wingate: “he was a man of genius, who might well also have become a man of destiny” (hann var eitt flogvit, sum væl kundi komið at broytt søguna”).
Wingate varð føddur í India, har pápin var í enska herinum og mamman var trúboðarabarn. Hann var upplærdur í Bíbliuni frá barni av.
Moshe Dayan sigur í endurminningum sínum um Wingate, at fyrstu ferð teir møttust, legði hann serliga merki til, at Wingate kom inn við eini Bíbliu í hondini. Dayan sigur, at Wingate læs í Bíbliuni, so ofta sum høvi gavst til tað, og at Wingate hevði óvikiligt álit á Bíbliuni.
Sum frá leið skiltu jødarnir í Palestina, at Wingate var ein sannur fongur fyri teir í frælsisstríði teirra. Hann lærdi teir sum nakað nýtt, at skalt tú vinna í bardaga, so skalt tú ikki sita og bíða til fíggindin leypir á, men tú skalt leypa á fíggindan í hansara egna umhvørvi, har hann minst av øllum væntar tað. Hann lærdi teir eisini sum nakað nýtt, at man sum yvirmaður skal ganga fremstur í bardaga. Moshe Dayan var næsti maður hjá Wingate. Fyri Dayan og hinar komandi generalarnar í ísraelska herinum var Wingate hetjan og role-model’ í lívi teirra. Dayan gevur Wingate hetta eftirmæli: ‘He was a military genius and a wonderful man.’
At kalla hvør býur í Ísrael hevur eina gøtu uppkallaða eftir Wingate. Kendasti ítróttarskúlin í Ísrael hevur heitið Wingate Institute.
Richard Schwartson
* Jerusalem Post Online, 19. mars 2009: In memory of ‘the friend’
* Moshe Dayan: Story of my life, Warner Books 1976