Frá Minus til Pluss

?Hetta er ikki beint, sum vit bera okkum at! Vit hava í dag gleðiboð at bera ? og vit tiga tey burt? (2. Kong. 7,9).

Skulu vit kristnu ?tiga burtur? gleðiboðskapin um Jesus Kristus, og bert liva eitt vanligt lív? Vit kunnu gerast partur í heimsins størstu uppgávu ? at breiða út góðu tíðindini um at Jesus frelsir! Hetta er ódeyðiligt arbeiði fyri deyðilig menniskju, sum flytur menniskja frá ?hvør er hann? ? til ?hvør er hvør?.

Niðurteljingar-klokkan gongur skjótari

Um knappliga 3 mánaðir fáa øll 16.000 húskini í Føroyum bóklingin um týdningin av krossi Kristusar ?Frá Minus til Pluss?, í postinum. Ímynda tær: Orðið um krossin, orðið um frelsu, kemur inn í hvørt heim. Hetta er evangeliinótin við smæstu meskrunum, ið nakrantíð er kastað yvir Føroyar.


Arbeiði og bøn!

Hetta krevur sjálvandi nógv arbeiði, men eisini nógva forbøn.

Vit eru júst í ferð við at fyrireika bønarketuna, og eg var ógvuliga rørdur av at hoyra hvussu Guds børn rópa til Gud fyri sínum egna fólki. Vit vita, at Gud svarar bønum í Jesu navni, og vit eru sannførd um, at innheystingin av sálum verður stór. Latið okkum halda áfram at biðja fyri ?Frá Minus til Pluss?.


Skráseting av samkomum!

Nakrar samkomur av ymsum trúarbólkum eru longu skrásettar til uppfylgingina, men vit hava enn nógv tóm pláss á ætlanini. Hetta vil siga, at evangeliinótin fyri Føroyar framvegis hevur stór hol, ið sum skjótast treingja til bøting. Er tín samkoma enn ikki skrásett til at vera ?Frá Minus til Pluss? umboð, vinarliga skunda undir samkomuleiðaran til at skráseta samkomuna. Ongar treytir eru tengdar at hesum og tað er fult og heilt vent móti Guds ríki!


Fíggjarligt trýst!

Fíggjarliga trýstið er veruleiki, men okkara eygu eru vend móti Jesusi ? upphavsmanninum til missiónsboðið!

Til dagin í dag eru vit farin frá undri til undur, men enn restar nakað í. Sum kunnugt, kemur alt tiltakið, íroknað prenting, postgjald og uppfylgingarbóklingin at kosta 5 kr. fyri hvørt húski ? íalt 16.000 húski. Tilsamans er hetta nógvur peningur, men eg biði alt Guds fólk hugsa um teirra egnu gøtu. Lat Heilaga Andan nema hjarta títt!

FØROYAR SKULU VERÐA FRELSTAR, men tað krevur eina sameinda roynd at gera evangeliið kent!


títt úrslit!

Á hvítusunnudegi kom Heilagi Andin í størri máti til jarðar. Lærusveinarnir allir fingu kraft og síðani fóru ting at henda! Tað er trýstið aftanfyri úrslitið av evangeliinum í dag. Tá tað er Heilagi Andin, ið broytir menn og kvinnur, kann tað gerast tín gleði at Gud brúkar teg! Hetta kann verða títt góða úrslit.

Tað hevði glett meg at hoyrt frá tær. Vinarliga skriva til skrivstovu okkara.

Vinarligast í Hansara kærleika og tænastu fyri frelsu Føroya


Reinhard Bonnke

evangelistur