Tað verður enn eitt umfar í bispavalinum, tí hóast alt bendi á tað, so fekk Jógvan Fríðrikson ikki meiriluta. Honum restaði einans seks atkvøður í at fáa meiriluta. Umval verður millum Jógvan Fríðriksson og Jákup Reinert Hansen Úrslitið av bispavalinum var:
Jógvan Fríðriksson 190 atkvøður
Jákup Reinert Hansen 72
Bergur Debes Joensen 49
Marjun Bæk 45
Uni Næs 35
Umvalið verður seinni í hesum mánaðinum. Nýggi bispurin verður innsettur 25. november.