Birita Lamhauge Jóansdóttir
Ålborg
Eivind O. Simonsen
Viby J
Kennir tú frásøgnina um Lot? Hendan spurning setir Jenis av Rana í einum lesarabrævi í bløðunum herfyri. Boðskapurin í hesi frásøgn tykist ífylgi Jenis at vera, at hetta er ein søga um kærleika Guðs og samstundis er hetta ein ávaring um, hvat kann henda einum samfelag, sum vendir Guðs orði bakið. Alt gott um hetta.
Nú kenna vit eisini frásøguna um Lot, men tá vit lesa hesa frásøgn, so er tað nakrar heilt aðrar støður, ið vit øtast um, og hetta eru støður, sum vanliga ikki verða viðgjørdar, og tí halda vit, at vit eiga at draga hesar støður fram.
Tað fyrsta, sum vit leggja merki til er hetta, at Lot ein gudsrøkin og rættlatin maður er sinnaður at geva døtur sínar til allar mennirnar í býnum, so at hesir kunnu hópneyðtaka tær (1. Mós 19:8). Fyri okkum er hetta ein heldur løgin kærleiki at hava til síni børn. Ikki tí, hesin faðirkærleiki er onki eindømi í bíbluni. Í Dómarabókini kapitul 19 lesa vit um ein annan pápa eisini gudsrøkin og rættlatin sum fær vitjan av einum fremmandum manni og hjákonu hansara. Hesin pápin himprast heldur ikki við, at geva dóttur sína til øll mannfólkini, so hesir kunnu hópneyðtaka hana. Dótturin slapp tó undan, men hjákonan bleiv neyðtikin alla náttina og seinni skorin í 12 stykkir.
Tað næsta, sum vit leggja merkis til, í frásøgnini um Lot, er eitt annað dømi um hendan serliga kærleika millum Lot og hansara døtrar. Tað er tá døtrar Lots gera av, at tær vilja hava samlegu við pápa sínum fyri at gerast við barn. Tær realisera sína ætlan og gerast av sonnum eisini við barn við sínum egna pápa. Hvat sigur bíblian til allan hendan ólevnað? Ikki eitt orð. Ongin fordøming av hesum. Tað einasta, sum skrivað verður um Lot er, at & Lot var ein rættvísur maður (2. Pæt 2:7).
Jenis skrivar eisini Frásøgnina um Sodoma og Gomorra boðar ein Gud, sum gjølla fylgir við Skaparverki sínum. Nágreiniliga visti Hann, hvat fyrifórst í býunum báðum - og tað píndi Hann. Hetta passar ikki, og Jenis veitir sjálvur tað skriftstað, sum mótsigur hansara útsøgn. rópið um Sodoma og Gomorra, tað er stórt, og synd teirra er ógvuliga svár. Eg fari tí nú niður at vita, um tað er so, at tey hava borið seg so illa at, sum tað ljóðar, eftir rópinum, ið komið er til Mín, ella ikki - Eg vil hava tað at vita! (1. Mós 18:20-21). Ella v.ø.o. Eg havi hoyrt nógv ræðuligt um hesar býir, men nú eri eg also noyddur at koma niður og sjálvur kanna, um tað veruliga er so. Vildi ein alvitandi gud havt fyri neyðini at kanna tílíkt?
Hetta er so tað, sum vit eisini fáa burturúr við at lesa frásøguna um Lot. Onnur, ið lesa hesa frásøgn, leggja bara dent á søguna um, at tey homoseksuellu vóru oydd vegna sín í Guds eygum ótespiliga livihátt. Lot og hansara ótespiliga atferð verður tagd í hel. Tað virkar fyri okkum, sum man tilvitað velur tær frásøgnir burturúr bíbliuni, sum einum sjálvum dámar, meðan man letur restina liggja. Tað er frásøgan um Lot og tey homosexuellu, sum skal forteljast; tann VERULIGA søgan um Lot verður fjald.
Um vit kenna Jenis rætt so skrivar hann hetta fyri at vísa á, at vit føroyingar ikki eiga at viðtaka lógir sum loyva hesum ólevnaði. Vit eiga ikki so mikið sum at viðtaka lógir, ið gera tað ólógligt at speireka og diskriminera hesar minnilutabólkar. Bíblian er jú greið í síni niðurstøðu hesum viðvíkjandi. Tað er tó soleiðis, at bíblian eisini er reiðuliga greið í nógvum øðrum viðurskiftum. Viðurskifti, sum eins og tann veruliga søgan um Lot, ikki altíð vera søgd frá ella havd á lofti. Vit hava í øðrum lesarabrøvum víst á, at tað longu nú finnast nógvar lógir í føroyska lóggávuni, sum als ikki samsvara við bíbliunnar orð. Dømini vóru m.a. um neyðtøku (5. Mós 22:28-29) og trælahald (3. Mós 25:44). Vit fingu tó aldrin eitt svar uppá, hví (kristnir) politikarar í Føroyum ikki stríðast sum úlvar á skóg fyri at broyta lógirnar soleiðis, at tað ikki bara er í spurninginum um tey samkyndu, at okkara lógir eru í samsvar við bíbliuna. Kanska Jenis er maður fyri at geva okkum eitt svar?!?