Tá 7.a í skúlanum við Løkin skuldi finna ein máta at savna pening inn til námsferð, kom onkur við hugskotinum at gera okkurt heilt øðrvísi: nevniliga eina lekra kókibók við heilsugóðum uppskriftum.
- Tað er so nógv uppi í tíðini við heilsugóðum kosti. So vit hildu, at tað hóskaði sera væl til verkætlan hjá børnunum í flokkinum, sigur Anette Sonne, sum er mamma at einari gentu í 7.a. Hon greiðir eisini frá, at tey settu sær fyri, at gera eina bók, sum endurspeglar ungdóm, litir og frískleika.
Næmingarnir hava gjørt bókina í felag við foreldrabólkin í flokkinum, og øll eru samd um, at tað hevur verið sera gott fyri samanhaldið í flokkinum at gera eina slíka verkætlan saman.
Uppskriftirnar koma frá heimunum hjá børnunum, sum eisini sjálvi eru modellir á myndunum. Tað er fotografurin Sunrid í Gongd, sum hevur tikið myndirnar fyri flokkin.
Inntøkurnar frá útgávuni koma frá fyritøkum, sum sponsorerað hvør sína síðu í bókini. Í hesum sambandi hava tey lænt ting og annað frá fyritøkunum til myndirnar. Eisini fara inntøkurnar frá søluni av bókini í grunnin, sum skal fíggja námsferðina.
Enn er óvist, hvagar leiðin gongur, tá 7.a fer á námsferð. Men tosað hevur verið um at fara til ein stórbý í Europa.
Bókin verður løgd frá í kantinuni í skúlanum við Løkin í kvøld, fríggjakvøld, kl. 19:30, har næmingarnir eisini signera bókina.
Og í morgin, leygardagin, kunnu fólk ogna sær hana, tá marknaðardagur verður í ítróttarhøllini í Runavík millum kl. 14 og 20. Har fer flokkurin at hava eina fína søluframsýning, millum annað við einum risastórum prenti av bókini. Eisini fara tey at selja frukt og vatn á marknaðardegnum, sum plagar at vera eitt serstakliga hugnaligt tiltak í Runavík.