Fróðskaparrit 49 er komið

Tíðindaskriv frá Føroya Fróðskaparfelag

Fyri stuttum kom Fróðskaparrit 48. bók, og longu nú kemur so Fróðskaparrit 49. bók. Hesa ferð rúmar ritið seks greinir við einari hugvísindagrein og trimum greinum um tara og tveimum um djórafrøði.

Eyðun Andreassen, professari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað grein um Søgu og undirsøgu í Gongu Rólvs kvæði. Tulkingin av undirsøguni í kvæðinum er heldur øðrvísi, enn roknað verður við.

BioFar hevur seinastu árini havt fast pláss í Fróðskaparritum til at kunna um avrik frá hesi stóru og týðandi verkætlan. Aftur í 49. bók eru 4 greinir, har ein snýr seg um dýrini armfótingar við Elsebeth Thomsens Brachiopoda in the Faroe Islands area. Tríggjar greinir afturat fevna um alguvøkstur. Tann fyrsta er um reyðalgur The Bangiophyte Species of the Faroe Islands eftir Juliet Brodie, Ruth Nielsen og Karl Gunnarsson. Koraltarar verða viðgjørdir í Coralline Red Algae (Corallinales, Rhodophyta) of the Faroe Islands eftir Susse Wegeberg, Ruth Nielsen og Karl Gunnarsson. At enda hava Ruth Nielsen og Karl Gunnarsson skrivað um Seaweeds of the Faroe Islands. An annotated checklist, har øll tarasløgini eru greinað, og víst verður, hvar tey eru funnin. Allar tær lívfrøðiligu greinirnar hava fitt av myndum, ikki minst hin seinasta, har Astrid Andreasen hevur teknað 35 tarasløg so frálíka væl, at tey eru løtt at kenna aftur. Hetta verður vónandi byrjanin til eina tarabók við lyklum at greina tarasløgini eftir.

Sven-Axel Bengtson, professari við lærda háskúlan í Lund, ið eisini undirvísir á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað seinastu greinina Breeding distribution and numbers of wren (Troglodytes troglodytes) in the Faroe Islands. Í hesi grein verður músabróðir viðgjørdur.
Fróðskaparrit 49. bók er 163 blaðsíður. Haldaragjaldið er 165 kr. um árið, og nýggir haldarar kunnu tekna seg á: Setursskrivstovuni, handan Á 5, Tórshavn, tlf. 31 53 02, faks 31 89 29, ella við telduposti: [email protected]
Í leysasølu kostar ritið 195 kr.

Mentanargrunnur Landsins gevur Fróðskaparrit út, og Bókamiðsølan hevur søluna um hendur.