Frítíðar­grunn­urin farin til verka

Fyrstu umsókn­irnar eru játtaðar úr Frítíðar­grunn­inum, sum nú alment er farin til verka. Í fyrstu syftur arbeiðir grunnurin við einum játtanarkarmi á eina millión krónur

Fæið í grunninum eru 18 milliónir krónur, ið stava frá frítíðarløn, sum ikki verður gjørt krav upp á, umframt rentu­inn­tøkur. Nú verða hesar akti­ver­aðar.
Líka síðani lógin um frítíðarløn varð broytt í 1986, hevur ein konta staðið og rentað og vaksið. Deils við frí­tíðar­løn, ið krav ikki er gjørt upp á, deils við rentu­inntøkum.
Frítíðarlønin kann vera frá útlendingum, sum arbeiða í Føroyum eitt tíðarskeið, og sum ant­in ikki vita, at teir eiga frítíðarløn, ella ikki tíma at fáast við at gera krav upp á hana, sigur Johan Dahl, avvarandi lands­stýrismaður.
Reglugerð er gjørd fyri frítíðargrunnin, og nevnd er vald. Bjartur Dalsgarð er formaður í nevnd­ini og hann sigur, at tað í høvuðsheitinum eru sjálvsognarstovnar og felagsskapir, sum kunnu søkja úr grunn­inum.

Einstaklingar, parta­feløg, kommunur og líkn­andi kunnu sostatt ikki søkja úr grunninum, tó kunnu eindir í komm­unum søkja, sigur Bjartur Dalsgarð.
Fæið í grunninum er í løtuni 18 milliónir krón­ur, og nevndin hevur í høvuðsheitinum tríggjar uppgávur. Sum nummar eitt at lata stuðul úr grunn­inum, men hartil skal nevndin eisini fíggja um­sitingina, umframt at konsolidera grunsfæið.
Í løtuni er rentan ógv­uliga lág, og tí er stuðuls­upphæddin á einari millión krónum. Vit vóna og vænta tó, at upp­hæddin aftur fer at koma upp á upprunaligu 1,5 milliónir krónur, sigur Bjartur Dalsgarð.
Á tíðindafundinum vórðu nevnd dømir upp á verkætlanir og felags­skapir, ið kunnu søkja stuðul úr grunn­inum:

Toftavatn
Gjógvará í Vestmanna
KFUM, Virkisdepilin á Selatrað
Stígum fast, dansistevna
Húsini í Beitinum
Porkeris bygdarsavn
Gjómaður
Grindabátafelagið í Vági

Nevnt varð, at eitt nút Toftavatn hevði fing­ið stuðul til ljós fram við gongu­gøtuni niðan á Toftavatn, Stígum fast hevði fingið stuðul til dansistevnuna og Grinda­bátafelagið í Vági hevði fingið stuðul til ein vogn at draga bátarnar upp við.
Frítíðargrunnurin hev­ur gjørt faldarar, ið greiða frá endamáli grun­sins og hvør kann søkja úr grunninum. Eis­ini ber til at fara inn á heima­síðu grunsins: fritidargrunnurin.fo