Nú eru ábendingar um, at allir teir, sum rógva út í frítíðini, skjótt at missa loyvið. Tað kom fram í Løgtinginum, nú Løgtingið viðgjørdi málið um at friða allar leiðir inni við land fyri vinnuligari línuveiði.
Í hesum sambandi vóru tað tinglimir, sum hildu, at teir, sum liva av útróðuri burtur av, eiga at fáa frið.
Hinvegin eiga loyvini at verða tikið frá teimum, sum hava útróður til hjávinnu, afturat øðrum starvi.
Ein av teimum, sum heldur hetta, er Bill Justinussen úr Miðflokkinum.
Hann heldur, at allir teir nógvu útróðrarmenninir, sum sigla undir DIS og FAS, ella hava onnur størv, og sum rógva út í frítíðini, leggja eitt stórt trýst á stovnin.
- Hesir frítíðarfiskararnir leggja kanska størri trýst á stovnin enn teir gera, sum liva av útróðuri burtur av.
Og hann heldur, at teir skulu missa síni vinnuloyvi, so at teir, sum rógva út burtur av, skulu sleppa at halda fram ótarnaðir.
Jónannes Eidesgaard, tingmaður fyri Javnarðflokkin, tekur fult undir við hesum.
- Teir, sum hava fulltíðarstarv á sjógvi ella landi, eru við til at minka um tilverugrundarlagið hjá teimum, sum liva av útróðuri burtur av, sigur hann.
Og hann heldur, at frítíðarfiskarar og vinnuligir útróðrarmenn eiga ikki at verða javntsettir.
- Tað er ein spurningur, sum avgjørt eigur at verða tikin upp.
Eisini Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, heldur, at hetta er ein áhugaverdur spurningur at taka upp, tá ið mál um stovnsrøkt eru til viðgerðar.