Fæið í grunninum eru 18 milliónir krónur, ið stava frá frítíðarløn, sum ikki verður gjørt krav upp á, umframt rentuinntøkur. Nú verða hesar aktiveraðar.
Líka síðani lógin um frítíðarløn varð broytt í 1986, hevur ein konta staðið og rentað og vaksið. Deils við frítíðarløn, ið krav ikki er gjørt upp á, deils við rentuinntøkum.
Frítíðarlønin kann vera frá útlendingum, sum arbeiða í Føroyum eitt tíðarskeið, og sum antin ikki vita, at teir eiga frítíðarløn, ella ikki tíma at fáast við at gera krav upp á hana, sigur Johan Dahl, avvarandi landsstýrismaður.
Reglugerð er gjørd fyri frítíðargrunnin, og nevnd er vald. Bjartur Dalsgarð er formaður í nevndini og hann sigur, at tað í høvuðsheitinum eru sjálvsognarstovnar og felagsskapir, sum kunnu søkja úr grunninum.
Einstaklingar, partafeløg, kommunur og líknandi kunnu sostatt ikki søkja úr grunninum, tó kunnu eindir í kommunum søkja, sigur Bjartur Dalsgarð.
Fæið í grunninum er í løtuni 18 milliónir krónur, og nevndin hevur í høvuðsheitinum tríggjar uppgávur. Sum nummar eitt at lata stuðul úr grunninum, men hartil skal nevndin eisini fíggja umsitingina, umframt at konsolidera grunsfæið.
Í løtuni er rentan ógvuliga lág, og tí er stuðulsupphæddin á einari millión krónum. Vit vóna og vænta tó, at upphæddin aftur fer at koma upp á upprunaligu 1,5 milliónir krónur, sigur Bjartur Dalsgarð.
Á tíðindafundinum vórðu nevnd dømir upp á verkætlanir og felagsskapir, ið kunnu søkja stuðul úr grunninum:
Toftavatn
Gjógvará í Vestmanna
KFUM, Virkisdepilin á Selatrað
Stígum fast, dansistevna
Húsini í Beitinum
Porkeris bygdarsavn
Gjómaður
Grindabátafelagið í Vági
Nevnt varð, at eitt nút Toftavatn hevði fingið stuðul til ljós fram við gongugøtuni niðan á Toftavatn, Stígum fast hevði fingið stuðul til dansistevnuna og Grindabátafelagið í Vági hevði fingið stuðul til ein vogn at draga bátarnar upp við.
Frítíðargrunnurin hevur gjørt faldarar, ið greiða frá endamáli grunsins og hvør kann søkja úr grunninum. Eisini ber til at fara inn á heimasíðu grunsins: www.fritidargrunnurin.fo