Frítíðarhús fingu skaða av illveðri

Tað hevur verið av ringasta veðri har eysturi á Norðurlandinum í Íslandi við stormi vestaneftir.

Í Kalodbak tætt við Húsavík fingu fleiri av teimum nýggju frítíðarhúsunum skaða. Har eru 17 hús, sum vórðu smíðað fyri umleið tveimum árum síðani, og trý teirra fingu skaða í tí nógva vindinum, skrivar Morgunblaðið.

Blaðið skrivar, at húsini hava svala í øðrum endanum, og at ættin stóð beint inn í svalan á trimum húsum við tí úrslitið, at tekjan fór oman av øllum trimum. Gjáramorgunin batnaði veðrið so mikið, at menn kundu bøta skaðan fyribils. Morgunblaðið skrivar, at fólk gistu í húsunum í Kaldbak, men at tey fingu annað stað at vera í, meðan illveðrið leikaði í.

Fólk í Kaldbak siga, at tað kann vera harðført har, men at tað var óvanliga nógvur vindur, til at hann var vetaneftir.