Ein nýggj kanning frá Universitetinum í Aarhus hevur tikið støðið í, hvussu stórur vandin er fyri at fáa enn eina sálarsjúku, um so er, at ein hevur fingið staðfest eina sálarsjúku.
- Kanningin vísir, at hevur tú havt eina sálarliga diagnosu, so er stórur vandi fyri, at tú gjøgnum árini útviklar eina aftrat. Eisini hóast tú ert komin fyri teg frá fyrru sjúkuni, sigur Poul Videbech við dr.dk. Hann er professari og yvirlækni á Sentrinum fyri Neuropsykiatriska Tunglyndisgransking við Psykiatriska Deplinum í Glostrup. Hann hevur tó ikki gjørt kanningina.
Úrslitini vísa millum annað, at helmingurin av teimum, sum fáa tunglyndi, áðrenn tey gerast 20 ár, eisini fara at fáa angist yvir tey næstu 15 árini. Vandin er tó størstur tað fyrsta árið eftir, at fyrsta diagnosan er sett.
- So vítt vit vita, er hetta tann mest detaljeraða kanningin nakrantíð gjørd av, hvussu nógv fáa fleiri enn eina sálarliga sjúku, sigur ein av granskarunum handan kanningina, Oleguer Plana-Ripoll, sum er postdoc á Centrinum fyri registergransking á Universitetinum í Aarhus.
Kanningin hevur hugd eftir fleiri ymiskum sálarsligum, og innan allar sjúkur, sum kannaðar eru, er úrslitið tað sama - tað er størri kjansur fyri at fáa enn eina sjúku. Poul Videbech sigur við dr.dk, at hann vónar, at hendan kanningin kann hjálpa psykiatriini at arbeiða við sjúklingum við sálarligum sjúkum.
- Í mínum arbeiði við tunglyndi er tað mín fatan, at tey fólk, sum fáa eina eyka diagnosu, ofta merkja tað áðrenn, at okkurt er galið. Tey føla til dømis, at tey hava trupult við at handfara strongd og kunnu gerast bangin. Her er tað gott, at ein viðgerðari nú við vísundaligum prógvi í hondini kann siga: Tað, tú upplivir nú, er rætt, og nú kunnu vit vera tilvitað um tað, sigur hann.
Hann sigur eisini, at ein skal ikki vera bangin, um ein fær eina sálarliga diagnosu.
- Tú mást ongantíð hugsað, tað eingin vón er fyri framman, um tú hevur fingið eina sálarliga sjúku. Tað er altíð vón fyri framman. Vit mugu síggja hesa nýggju kanningina sum eina áminning um, at vit skulu vera tilvitað um teir vandar, sum eru fyri at fáa aðrar sjúkur, sigur hann við dr.dk.