Tey fyrstu árini aftan á aldarskiftið gekk prísurin á húsum og íbúðum í Danmark bara uppeftir, og tá fólk rindaðu lánini, samstundis sum virðið vaks, gjørdist frívirðið størri og størri. Og við veksandi frívirði fylgdu betri møguleikar at læna pengar í bankunum.
Búskaparfrøðingar ávaraðu tó um, at hetta var ein bløðra, sum fór at bresta fyrr ella seinni. Tað hendi í 2007, og hesi fimm árini síðani er frívirðið í donskum húsum og íbúðum minkað heilar 770 milliardir krónur. Fyri ein meðaleigara merkir tað, at hansara frívirði er minkað 540.000 krónur tey seinastu fimm árini, skrivar Ritzau.
Eftir einari greining, sum Nykredit Markets hevur gjørt eftir upplýsingum frá Realkreditráðnum, donsku hagstovuni og Tjóðbankanum, eru tað serliga tey, sum eiga sethús, ið hava mist. Eitt nú vísa tølini, at fyrsta ársfjórðing í ár minkaði frívirðið í sethúsum 25.000 krónur, meðan meðalfallið fyri hús og íbúðir var 17.000 krónur.
Tað minkaða frívirðið ávirkar ikki gerandisdagin hjá eigarunum sum so, men tað hevur stóran týdning, um eigarin ætlar sær at selja húsini ella íbúðina ella at biðja um fígging til nýggj vindeygu ella annað.