Fráboða skjøl talgilt til tinglýsingar

Talgild innlating til akfarsbókina er sett í verk í dag 20. mai 2025. Við hesum fellur møguleikin at lata skjøl inn í pappírsformi burtur

Umhvørvisstovan hevur í dag sett í verk fyrsta stigið í talgildingini av tinglýsingini. Umhvørvisstovan skrivar, at við nýggjari talgildari skipan, sum er tøk á tinglysing.fo, kunnu vinnukundar nú lata skjøl til akfarsbókina talgilt. Landsstýrið hevur á fíggjarlógini fyri tíðarskeiðið 2022-2025 sett játtan av til endamálið.

 

Við nýggju skipanini verður handfaringin av skjølum munandi einfaldari, skjótari og tryggari. Øll skjøl, samleikaprógv og gjøld, sum hoyra til hvørt einstakt mál, verða avgreidd talgilt á tinglýsingarportalinum.

 

Talgilda innlatingin er ment í samstarvi við Klintra. Nýggja loysnin fevnir um øll skjalasløg í akfarsbókini, umframt innritan, talgild skjøl, talgilda undirskrift, gjaldsmodul og sjálvvirkna skráseting av skjølunum í dagbókina.

 

Arbeitt hevur verið miðvíst við at gera broytingar í tinglýsingarlógini og nýggjar kunngerðir. Broytingaruppskotið varð samtykt í Løgtinginum 13. desembur 2024 og fær saman við kunngerðunum gildi fyri akfarsbókina í dag.

 

Talgild innlating til akfarsbókina er fyrsta stig í tilgongdini at talgilda tinglýsingina. Loysnirnar, sum eru mentar, kunnu verða grundarlag fyri at víðka skipanina til eisini at fevna um innlating av skjølum til ávikavist fastogn og leysafæ. Tá talgilda innlatingin er liðug, kann farast undir at menna sjálvvirkna málsviðgerð.