Frændur eftir Roxette

Lagt er upp til heilt stóra felagssangin á Vágsbøi í summar, tí beint eftir at fjøldin hevur sungið seg hása til hittini hjá Roxette, trína Frændur á pallin.

Lagt er upp til heilt stóra felagssangin á Vágsbøi í summar, tí beint eftir at fjøldin hevur sungið seg hása til hittini hjá Roxette, trína Frændur á pallin.

 

Eingin føroyskur tónleikabólkur hevur í sama mun sum Frændur megnað at savna fólkið um sínar sangir. Síðani Frændur kom við fyrstu plátuni í 1984, hava teir latið føroyingum eina slíka perlurekkju av sangum, sum eingin annar bólkur hevur gjørt teimum eftir.



Frændur hava sungið um land og fólk, um kærleika og kríggj, um rættvísi og ójavna – og um tíðina.

Frændur fara á stóra pall á Summar Festivalinum, eftir at høvuðsnavnið Roxette hevur havt sína framførslu.

- Hetta verður eitt gylt høvi at framføra fyri kanska størstu fjøld í søguni á Summar Festivalinum, og vit gleða okkum veruliga til at njóta løtuna og sangirnar saman við áhoyrarunum, siga teir í Frændum.