Grannarnir úr Íslandi eru við til at manna bólk B í HM-endaspælinum hjá monnum. Ísland hevur fingið fleiri góð úrslit í manshondbólti, og teir vera væntandi eisini at síggja í millumspælinum hesaferð. Teir fáa tó ringt við at vinna innleiðandi bólkin, har teir eru endaðir saman við Fraklandi, sum er mett at vera helst størsti favoritturin at vinna HM.
Franskar stjørnur við gullvónum
Frakland hevur vunnið heiðursmerki í fimm av seks teimum seinastu HM-endaspølunum, so tølini tala fyri seg hjá fronsku evropameistarunum.
Aftur hesaferð hava teir eitt ótrúliga gott lið, og venjarin, Claude Onesta, hevur havt hepni við sær í sínum royndum at seta saman eitt lið, mannað av góðum eldri leikarum og ungum evnaríkum leikarum.
Síðsta unga stjørnan í hópinum hjá Onesta er 22 ára gamli bakspælarin, Nikola Karabatic, sum helst er mest lýsandi stjørnan á hondbóltspallinum í dag. Hann verður ein av mest týðandi leikarunum hjá Fraklandi í teirra royndum at vinna HM fyri triðju ferð.
Ísland ætlar sær víðari
Ísland er eitt av liðunum, sum fronsku evropameistararnir eru endaðir í bólki saman við, og hetta er 11. ferðin, at Ísland tekur lut í einum HM-endaspæli í hondbólti.
Teir tryggjaðu sær luttøku til HM eftir ein samlaðan play-off sigur á Svøríki, so longu undan HM hava íslendingar víst, at teir kunnu standa seg millum tey bestu.
Ísland leggur sínar vónir í hendurnar á Olafur Stefansson, sum hevur verið millum heimsins bestu hondbóltsleikarar seinastu nógvu árini. Hann er tó ikki einasti góði leikarin í íslendska hópinum, tí heili átta av leikarunum spæla dagliga í bestu týsku deildini.
Ukraina og Avstralia
Hetta er bert aðru ferð, at Ukraina er partur av HM-endaspælinum hjá monnum. Teir hava ikki fingið líka góð úrslit sum kvinnurnar, men seinast teir vóru við, endaðu teir á einum flottum 7. plássi. Síðani tá hava teir tó mist størstu stjørnuna, Oleg Velykyy, sum hevur valgt at fáa sær týskan ríkisborgararætt, so hann fer at umboða Týskland í ár.
Síðsta liðið í bólki B er Avstralia. Hetta verður teirra fjórða luttøka í HM-endaspælinum, og ikki verður væntað nakað serligt av teimum. Higartil hava teir bert vunnið ein dyst í HM-høpi.