Frakland hevur bara vunnið tríggjar av 12 dystum móti Argentina

Argentina hevur søguligu hagtølini við sær móti Fraklandi

Tá liðini hittust í 2018

Klokkan 15 fara miljardatals fótbóltsfjepparar at fylgja gongdini í HM-finaluni millum Frakland og Argentina.

 

Tá liðini hittust fyrstu ferð vann Argentina 1-0. Hetta var í innleiðandi bólkaspælinum í tí fyrsta HM-endaspælinum nakrantíð, sum var í Uruguay.

 

Liðini hava spælt 12 ferðir móti hvørjum øðrum. Argentina er omaná við seks sigrum og trimum javnleikum. Frakland hevur bert tríggjar sigrar í hesum 12 dystunum.

 

Hetta verður fjórðu ferð, at liðini hittast í einum HM-endaspæli. Í tí høpinum hevur Argentina tveir sigrar, og Frakland ein sigur. Tó vann Frakland dystin seinast tey hittust til eitt HM-endaspæl. Frakland vann 4-3 í áttandapartsfinaluni í HM-endaspælinum í Russlandi í 2018. 

 

HER er yvirlitið yvir dystirnar millum Frakland og Argentina síðani 1930: 

 

##med2##

 

 

 

Tá liðini hittust í 2018