Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, avvísir, at tað, sum hendi í Venesuela, kann henda í Grønlandi.
Tað sigur franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, eftir eina samrøðu við Rubio, sambært tíðindastovuni Reuters.
- Eg tosaði í gjár í telefon við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio.
- Hann vrakaði tankan um, at tað, sum hendi í Venesuela (amerikansk hernaðarlig atgerð, red.) kundi henda í Grønlandi, sigur Barrot við fronsku útvarpsstøðina Inter, sambært Reuters.
Jean-Noël Barrot sigur hinvegin, at Frakland saman við sínum sameindu arbeiðir við eini ætlan fyri, hvussu londini skulu svara, um USA ger æalvara av hóttanum sínum um at yvirtaka Grønland.
Franski uttanríkisráðharrin skal hitta uttanríkisráðharrarnar í Týsklandi og Póllandi seinni í kvøld.
- Vit vilja handla, men vit fara at gera tað saman við okkara evropisku samstarvsfeløgum, sigur Barrot.
Fráboðanin kemur eftir, at Hvítu Húsini týskvøldið tíð boðaðu frá, at tað er ein "tjóðartrygdarraðfesting" hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, at USA yvirtekur Grønland.
- Og sjálvandi er nýtslan av amerikanska herinum altíð ein møguleiki, sum fosetin hevur í boði, stendur í fráboðanini.
The New York Times og The Wall Street Journal skrivaðu í kvøld, at sambært ónevndum keldum hevur Rubio sagt við limir í kongressini, at Trump heldur vil keypa Grønland enn at gera innrás.
Hetta er tó ikki alment staðfest.
Grønlendska og danska stjórnin hava - eins og Frakland - biðið um fund við Marco Rubio, boðaði grønlendski uttanríkisráðharrin, Vivian Motzfeldt, frá týskvøldið á Facebook.
- Endamálið við fundinum er at umrøða sterku útsagnirnar hjá USA um Grønland, skrivar hon í uppslagnum.
Samstundis sum áheitanin um fundin kom, hittist uttanríkispolitiska nevndin í danska Fólkatinginum at umrøða "kongaríkisins viðurskifti við USA".
Eftir fundin segði danskinuttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, at amerikanska síðan málar eina skeiva mynd av tí, sum hendir í Grønlandi.
Hann nevndi millum annað, at ein skeiv mynd er málað av, at tað eru nógv russisk og kinesisk skip kring Grønland og at Kina hevur stóra ávirkan í Grønlandi við íløgum.
Trump tosaði fyrstu ferð um amerikanskan ognarrætt til Grønland í 2019.
Eftir at hava verið valdur til annað valskeið í november 2024, hevur hann við jøvnum millumbilum tikið málið upp aftur.
/Ritzau/











