Málið um journalistin og stjórnaratfinnaran úr Saudi Arabia, Jamal Khashoggi, sum varð dripi í Istanbul í Turkalandi í 2018, skal nú kannast av Fraklandi.
Tað, sum sermerkir drápið, er, at tað fór fram inni á sjálvari sendistovuni hjá Saudi Arabia.
Reportarar uttan landamørk (RSF) og mannarættindafelagsskapurin, Trial International, hava biðið um, at drápið verður kannað, og ein franskur dómstólur hevur eftirlíkað, at drápið skal kannast av nýggjum.
Tað verður franska ákæruvaldið við ábyrgd fyri yvirgangsmálum (PNAT), sum skal standa fyri kanningini.
Jamal Khashoggi búði í USA; hann hevði amerikanskan ríkisborgarararætt og skrivaði fyri ávísina, Washington Post.
Í oktober 2018 varð hann lokkaður inn á sendistovuna hjá Saudi Arabia í Istanbul, har eitt drápslið bíðaði eftir honum.
Hin 59 ára gamli varð dripin og sundurlimaður, og líkið kom ongantíð fyri ein dag aftur.
Eftir drápið fór drápið, fór drápsliðið aftur til Saudi Arabia.
Ein amerikansk kanning kom til ta niðurstøðu, at Khashoggi varð dripin eftir boðum frá krúnprinsinum í Saudi Arabia, Mohammed bin Salman.
Krúnprinsurin hevur víst aftur, at hann gav boð um drápið, men hevur viðurkent, at tað fór fram á "hansara vakt", og at fregnartænastan í Saudi Arabia stóð aftanfyri drápið.
Ein turkiskur dómstólur steðgaði í 2022 einum rættarmáli móti 26 fólkum úr Saudi Arabia, sum vóru undir illgruna fyri at hava luttikið í atsóknini.
Málið varð latið Saudi Arabia, sum seinni upplýsti, at tey seku vórðu rættarsøkt og dømd, men at hetta hendi fyri afturlatnum hurðum.
Eingin veit við vissu, hvat hendi, verður lagt aftrat.










