Frakland var veruliga málið

Yvirgangsálopið í Brússel 22. mars, ið kravdi lívið av 35 persónum, varð upprunaliga lagt til rættis sum eitt álop á Frakland. Tað upplýsir belgiska ákæruvaldið sambært fleiri útlendskum fjølmiðlum.


- Yvirgangsbólkurin hevði upprunaliga ætlanir um at raka Frakland aftur, sigur belgiski høvuðsákærin og leggur afturat.


- Skjóta menningina í kanningararbeiðinum hjá løgregluni tók teir tó á bóli, og avgjørdu tey í staðin á loypa á Brússel.


Einans fýra dagar áðrenn sjálvt álopið varð Salah Abdeslam, ein av monnunum handan yvirgangsálopið í Paris í november, handtikin í Brússel. Um somu tíð handtók belgiska løgreglan fleiri aðrar persónar, ið illgruni var um, høvdu tilknýti til yvirgangsálopið í Paris.


Tað eru hesar handtøkurnar, ið ákæruvaldið nú metir, broytti ætlanirnar hjá yvirgangsbólkinum, soleiðis at Brússel, heldur enn Frakland, varð rakt av sjálvmorðsbumbufólkum.