Tann stundin má vera komin, at føroyskir fjølmiðlar taka sær um reiggj og fara at rannsaka seg sjálvar. Í farnu viku vóru vit vitni til eina røð av margháttligum hendingum í SvF, ÚF, Sosialinum og Dimmalætting, sum tæntu hesum miðlum til lítlan sóma og enn minni gjørdu umdøminum hjá journalistikkinum sum faki nakra góða tænastu.
Alt byrjaði við, at nøkur tíðindafólk hjá SvF snoddaðu seg fram til eitt pappír á Gamla Apoteki, sum formaðurin í Tjóðveldisflokkinum hevði skrivað. Í pappírinum hevði hann fyrireikað seg sjálvan og sín flokk uppá, hvat sigast skuldi, um avgerandi fundurin millum floksformenninar í samgonguni fekk tað úrslit, at ósemjan í samgonguni stóð við.
Ætlanin sambært pappírinum var at kalla inn til tíðindafundar og greiða frá støðuni hjá Tjóðveldisflokkinum til stevið í samgonguni og politisku høvuðsmálini annars. Í pappírinum stóð nágreiniliga, hvat flokkurin skuldi siga við fjølmiðlarnar, og hvørji evni ymisk fólk í flokkinum skuldu tosa um á tíðindafundinum, ið kanska skuldi haldast.
SvF gjørdi stóra gølu burtur úr hesum pappíri og læt okkum ikki misskilja, at ein politikari her hevði gjørt eitt leikrit, sum hann skuldi manipulera fjøldina við, og at samgongukreppan var ein sjónleikur. Tann ósagdi og tó so eyðsýndi boðskapurin var, at maðurin dugir at snara veruleikanum, tí hann hevur kandidatútbúgving í samskifti.
Okkurt annað enn journalistisk dømikraft má hava verið orsøk til, at hetta innslagið nakrantíð slapp í luftina, tí tað hevði onki við sakligan journalistikk at gera. Tað snaraði veruleikanum grovt og undirgróv trúvirðið hjá offrinum, sum hevði rætt til at verja seg, men ikki slapp. Hvør var søgan? Hvat hevði maðurin gjørt seg sekan í? At hann hevði fyrireikað seg og sín flokk til ein tíðindafund? At hann hevði avgjørt, hvat hann skuldi siga?
Sum útbúgvin journalistur var eg illa við, tá eg hevði sæð innslagið, tí eg skilti ikki, hvat SvF vildi. Eg skilti tó so mikið, at hetta persónliga álopið í bestu senditíð fór at verða funnin fressur hjá politisku mótstøðumonnunum hjá formanninum í Tjóðveldisflokkinum. Hans Pauli Strøm, Jóhan Dahl og Óli Petersen lógu heldur ikki sjóvarfallið av sær og lupu á við stórum orðum og strikum.
Teir tríggjar skilti eg væl. Teir sóu sær ein kærkomnan møguleika í einum politiskum spæli, sum mangan er køstaskitið kortini. Men eg skilti ikki Útvarp Føroya, sum klokkan 8.00 morgunin eftir innslagið í SvF bar fram sum stórtíðindi, at SvF hevði funnið eitt pappír, og at SvF segði, at samgongukreppan var ein leikstjórnaður sjónleikur. Ongin kritisk viðgerð í ÚF av sokallaðu søguni hjá SvF. Bara blind endurgeving av einum øðrum miðli, sum um miðlar per definitión eru tann heilagi sannleikin.
Í døgurðasendingini hjá ÚF kom meira javnvág í. Tá slapp høvuðspersónurin loksins at verja seg. Hann avsannaði, at nøkur niðurstøða um samgongusamstarvið var gjørd, áðrenn samgonguflokkarnir fóru á avgerandi kreppufundin. Altso ongin leikstjórnaður sjónleikur. Hann viðgekk tó, at hann hevði fyrireikað seg til ein tíðindafund og avgjørt, hvat hann ætlaði sær at siga. Eisini løgmaður avsannaði, at nøkur niðurstøða var gjørd undan fundinum. Men SvF fekk sína nýggju politisku konflikt, tí í sama andadrátti gav løgmaður av órannsakiligum orsøkum til kennar, at hann var ikki sørt lumpaður.
ÚF fataði ikki ella vildi ikki skilja, at har var ongin gøla, og at veruleikin var, at samgongan hevði gjørt semju um at halda fram við samstarvinum, tí fimm tímar seinni varð skipað fyri kjaki í Sostatt um politisku støðuna. Stórt hóvasták varð gjørt burturúr, at samgongumenn eftir nýíkomnu balladuna á døgurða høvdu sent avboð til sendingina. Dramatikkur í luftini. Var samgongan longu skrædnað? Sum neyðloysn læt ÚF mikrofonirnar upp fyri lurtarunum. Tað var í lagi. Men so fór útvarpsverturin brádliga at lesa dulnevnd teldubrøv.
Í nógvar minuttir læt verturin dulnevndar telduskribentar fáa luft fyri sínum politisku frustratiónum. Tann, sum fekk flestu skolurnar oman yvir seg, var tann í sjónvarpinum úthongdi floksformaðurin. Vit fingu ongantíð at vita, hvør skrivaði hesi brøv. Vit hoyrdu bara vertin endurgeva tey. Tað má merkja, at Útvarp Føroya sum stovnur hevur fulla ábyrgd av óreinu álopunum, sum varpað vórðu út í luftina hesa løtuna.
Sum lurtarar mugu vit hava loyvi til at spyrja, hvussu sovorðið kann henda. Meðan bløðini eru so mikið at sær komin, at tey næstan heilt hava avsagt dulnevndu lesarabrøvini, tí tey í meira enn 100 ár hava forpestað føroyska samfelagskjakið, gongur ÚF øvugtan veg og ger seg til talsmann fyri politiskari útspilling, ið líkist ærumeiðing. Tað var sanniliga ikki gamalt.
Men íspunna gølan hjá SvF steðgaði ikki í ÚF. Hon fann sær eisini veg inn í stóru bløðini, har nakrir av frægastu eygleiðarunum í samfelagskjakinum elegant hoppaðu á sjógv. Bæði í Sosialinum og Dimmalætting vildu oddagreinirnar vera við, at SvF hevði gjørt eitt bragd við sínum innslagi. Sosialurin tók enntá hattin av fyri SvF og endurgav haraftrat innslagið púra kritikkleyst í fullari longd. Dimmalætting jublaði um tjóðleikin og politisku kabarettina, men var tó so fræg, at hon hevði fingið orðið á tann álopna.
Hvat hendi álvaratos á fjølmiðlunum hesar báðar dagarnar? Varð allur etikkur tveittur fyri borð? Hvarv allur kritiskur sansur? Meg lysti at frætt, um leiðslurnar á miðlunum innast í journalistiska hjartanum halda, at alt fór so rættvíst fram í hesum máli. Hugsaði ongin, at einum politikara má vera loyvt at fyrireika seg til ein tíðindafund? Hví metti SvF, at pappírið var ein stór journalistisk søga? Um søgan var so týdningarmikil, hví hoyrdist ikki eitt einasta kis til málið hóskvøldið og fríggjakvøldið?
Tíðindaleiðarin í SvF sigur í bløðunum leygardagin, at innslagið skuldi lýsa endan á kreppuni í samgonguni, og at SvF eftir drúgva umhugsan valdi at lýsa endan, sum gjørt varð. Í sama andadrátti sigur hann, at innslagið skuldi lýsa, hvussu summir politikarar fyrireika seg, áðrenn teir skulu hitta fjølmiðlarnar. Hetta hongur ikki saman. Var vinkulin, at kreppan í samgonguni var av, ella var vinkulin, at ein politikari hevði fyrireikað seg til at hitta pressuna?
ÚF hevur ikki enn gjørt viðmerkingar til tað, sum hendi, men stovnurin kundi greittt lurtarunum frá, hví sokallaða søgan hjá SvF skuldi endurgevast kritikkleyst mikumorgunin, og hví stovnurin hevur avgjørt, at lesast skal upp úr dulnevndum teldubrøvum í bestu senditíð. Bløðini hava kanska eisini eina meining um journalistisku dygdina í viðgerðini av hesum máli.
Ein trygd fyri fjølbroytni í journalistisku upplýsingini er, at vit hava fleiri sjálvstøðugar tíðindaredaktiónir, sum gjøgnumhugsa sjálvstøðugar vinklar av ymsu málunum og tora at seta spurnartekn við, hvat hinir fjølmiðlarnir gera. Men tá allar redaktiónir sleppa allari sjálvstøðugari hugsan og í kór rópa halleluja um eitt mál, sum ikki er nakað mál, líkist tað ódámligum samanspæli. Eitt sakligt kjak um føroyskan journalistikk og leiklutin hjá fjølmiðlunum í samfelagnum hevði verið tiltrongt nú, og lógin um ábyrgdina hjá fjølmiðlunum eigur at verða sett í gildi sum skjótast.