Hóskvøldið spældu tvey føroyingalið fyrstu fjórðingsfinalurnar í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Dánjal Ragnarsson (myndin) og liðfelagarnir í Fram taptu á útivølli 26-28 fyri FH. Fram var annars á odda 13-12 í steðginum.
Dánjal skoraði trý mál upp á sjey málroyndir, og hann legði upp til tvey mál (assist).
Mánakvøldið klokkan 20.30 verður onnur fjórðingsfinalan leikt á heimavøllinum hjá Fram. Tapir Fram eru teir úti av kappingini.
Liðið hjá Sveini Olafssyni, Afturelding tapti greitt á útivølli 26-34 fyri Haukum. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá Afturelding. Haukar vóru á odda 20-12 í steðginum.
Mánakvøldið klokkan 20 verður onnur fjórðingsfinalan leikt í Mosfellsbær. Tapir Afturelding tann dystin eru teir úti av kappingini.










