Framúr málmansspæl ikki nóg mikið hjá Neistanum

Hondbóltur: Neistamenn taptu fyri fyrstu ferð í ár, men teir høvdu uppiborið betur móti Kyndlamonnum. Bogi Henriksen framdi helst besta málmansavrik í 1. deild higartil í ár, men tað var kortini ikki nóg mikið til at tryggja Neistanum nakað stig

Sjáldan hevur tað verið so javnt og spennandi millum mansliðini hjá Kyndli og Neistanum, sum tað var sunnudagin. Munurin var ongantíð størri enn tvey mál, og í seinna hálvleiki skifti tað millum at standa á jøvnum og eittmálsleiðslu til Kyndil.

Annars var dysturin ikki serliga væl spældur. Spælið var rótut, og tað vóru málmenninir báðir, Bogi Henriksen hjá Neistanum og Petur Magnusson hjá Kyndli, sum stóðu sterkastir í myndini. Serliga Bogi Henriksen var sum ein livandi múrur, og tað var bert spell, at tað ikki rakk til stig.

Nógv fólk var komið í høllina at síggja dystin, og hann gjørdist meira spennandi, enn tey flestu helst høvdu roknað við. Hóast Neistin hevði vunnið sínar tveir fyrstu dystir í kappingini, var Kyndil (sum eisini hevði vunnið sínar tríggjar dystir higartil í kappingini) favorittur, men ongantíð í dystinum livdu teir upp til favorittheitið. Jacob Jónsson vísti enn einaferð, at hann er ein framúr góður hondbóltsspælari, men burtursæð frá málmanninum spældu allir hinir væl undir miðal.


Ongantíð meira

enn eitt mál á muni

Neistin spældi uttan Jakup Sverra Kass, sum var uttanlands í arbeiðsørindum, men annars vóru teir fullmannaðir, og tað gekk væl í byrjanini. Teir løgdu seg á odda 2-0 og brendu eitt brotskast, áðrenn Kyndil fekk gongd á málskjótingina. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki løgdu Kyndlamenn seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, men Neistin svaraði aftur og førdi 10-9 í hálvleikinum. Men tað var eisini seinastu ferð í dystinum, at Neistamenn høvdu leiðsluna.

Seinni hálvleikur bleiv sera javnur. Kyndil legði seg á odda 13-12, og so skiftust liðini um at skora. Ikki fyrr enn í seinasta minuttinum eydnaðist tað øðrum liðnum at skora tvær ferðir, uttan at hitt liðið fekk mál, og tað var eisini tá, at avgerðin fall, tí tá fór Kyndil upp á 21-19.


Eingin endurtøka

frá í fjør

Tað eydnaðist sostatt ikki Neistanum at vinna á Kyndli hesaferð heldur, men tað var sera nær við. Seinasta kappingarár vann Kyndil allar fýra dystirnar móti Neistanum, og seinasta Neistamenn vóru omaná móti grannunum var tann 15. mars í 1997, tá teir vunnu 25-24. Tá vunnu teir eisini hin dystin í endaspælinum 28-24, men annars er langt millum sigrarnar hjá Neistanum móti Kyndli.

Í dystinum sunnudagin høvdu teir ikki hepnið við sær, men tað kann lættliga koma seinni. At gera Neistan til FM-kandidat er kanska at taka munnin nakað ov fullan, men at teir kunnu geva liðum sum VÍF og H71 mótstøðu, sóu øll, sum vóru og hugdu sunnudagin. Og tað er í øllum førum staðfest, at kappingin hjá Neistanum í ár ikki verður nøkur endurtøka av kappingini í fjør, tá teir endaðu á aftasta plássinum.


Andreas skaddur

Hjá Neistanum spældi Bogi Henriksen sum nevnt sera væl, og hann var besti maður í dystinum. Venjarin Andreas F. Hansen gjørdi eisini um seg inni á strikuni ? hann skeyt einki mál sjálvur, men skapti pláss til hinar og fekk fleiri brotskøst ? áðrenn hann var so óheppin at bekla illa og noyddist at gevast nakað inni í seinna hálvleiki.

Hjá Kyndli spældi málverjin Petur Magnusson væl og tók nógv skot, serliga frá vongunum, har hann er sterkast, men annars er torført at taka nakran annan fram, tí tú sást lítið aftur av tí, sum Kyndil vísti móti VÍF eina viku frammanundan.

Men tað eydnaðist kortini kyndlamonnum at stríða seg til sigurs, og tað er vanliga eitt gott tekin, tá eitt lið eisini vinnur, tá tað ikki spælir væl. Kyndil hevur vunnið sínar fyrstu fýra dystir í kappingini og eru farnir at líkjast einum favoritti til at vinna í øllum førum grundspælið. Hvussu tað verður aftan á nýggjár, er ógjørligt at siga, sum nú er, men teir kunnu ikki rokna við at vinna fleiri dystir á sama hátt sum tann móti Neistanum sunnudagin.

Til tað skulu stutt sagt »aðrir bollar á suppuna«, sum tað so javnan verður tikið til.