Framúrskarandi tenorur

Mikukvøldið 19. mai fingu vit enn eitt dømi um, hvussu veruligur »Southern-Gospel« sangur- og tónleikur skal ljóða, tá hann er bestur

Victor Carlsen

Amerikanski sangarin Larry Ford vitjaði land okkara á fyrsta sinni, og ivaleyst fær hann tað eins og so mong onnur, ið vitja hendavegin, at higar vil hann sleppa aftur. Høllin á Eiði var nærum stúgvandi full hetta kvøldið, og væl var kvøldið fyriskipað við felagssangi áðrenn gesturin kom á pallin. Eisini í støðginum og innímillum fingu vit loyvi at syngja við.
Larry Ford er ikki nakar ársungi, tá tað kemur til at syngja. Longu sum ungur stóð honum í boði at gerast operasangari, tí rødd hansara var væl egnað til leiklutir innan hetta økið. Men, sum hjá so mongum, so legst lívsleiðin øðrvísi til rættis, og við tað at Larry gjørdist ein persónligur trúgvandi maður, so var honum fremst í huga at syngja andaligar sangir.
Hann kom skjótt inn í ta sjangru, sum í dag verður kallað: "Southern-Gospel", ein sangstílur, ið hevur síni sereyðkenni við at vera sungin í suðurstatunum í Amerika, og harav heitið. Andaligur sangur og tónleikur har, hevur verið ein ímynd fyri mangar kristiligar samkomur og kirkjur, og kanska serliga tær sokallaðu "Black-Gospel". Ásannast má, at mangar av heimsins størstu sangstjørnum, bæði fyrrverandi og núlivandi koma frá andligum umhvørvi, sum t.d. Elvis Presley, Whitney Houston og mong, mong onnur.
Larry Ford hevur m.a. sungið við í bólkinum "The Blackwood Brothers Quartet", har upprunamenninir vóru James og Doyle Blackwood, ein bólkur í stavar heilt frá 1934, og sum síðani hevur havt sítt virksemi heilt fram til dagin í dag, har tær ungu kreftirnar nú hava tikið við. Seinastu árini áðrenn James Blackwood doyði, var Larry eisini virkin í bólkinum "James Blackwood Quartet" og hava teir ferðast runt heimin við gleðiboðskapinum um Jesus í sangi og tónleiki. Í dag ferðast Larry fyri tað mesta fyri seg sjálvan og syngur sínar solosangir, eins og hann gjørdi fyri okkum á Eiði hetta kvøldið.
Fyri at alt ikki skuldi vera ov einstáttað, hevði hann valt at fáa "Ebenezerkórið" við til at stuðla seg í nøkrum sangum, og hesum komu tey bara heilt væl frá, tá hugsað verður um, at tað vóru stór krøv sett til sangrøddirnar, ið bæði skuldu syngja hart og høgt - frálíkt!!
Hæddarpunktið á konsertini haldi eg kom, tá Larry eftir støðgin valdi at syngja tveir sangir saman við tónleikarunum, sum vanliga spæla niðri í Ebenezer. Eingin nevndur, men heldur eingin gloymdur av teimum, ið eg haldi komu sera væl frá uppgávuni og var tað næstan at samanlíkna við frá Nashvilleframleidda tónleikin, ið Larry hevði við sær MD-fløgum. Hetta við sing-back tónleiki kann altíð viðgerast og eru tað ivaleyst mong, ið ikki rættuliga duga at venja seg við hetta, men eg veit av royndum, at fyri amerikanarar er hetta heilt vanligt. Hoyrdi nevniliga fleiri dømi um hetta sama nú eg var og vitjaði í Frazerburgh í Skotlandi. Vit her heima eru tíbetur meira von við veruligan tónleik og má eg siga sum er, at hetta dámar mær altso betur, men hitt ber eisini væl til at skipa soleiðis, at hetta virkar náttúrligt fyri tann, ið lurtar.
Sangúrvalið sum Larry hevði valt bar brá av tí, ið vit vanliga í dag hoyra á teimum vælumtóktu "Gaither-bondunum", sum í hesum døgum er ein veruligur stórídnaður yviri í Amerika, og ikki er hetta heldur so løgið, tí mong eru tey, ið væl dáma teir "góðu, gomlu" sangirnar, sum vekja sinn og huga. Í eini tíð herfyri við "Praise & Worship" sum uttan íhald sannliga eisini á sínum øki - uttan at siga nakað negativt um hetta - hevur verið ein sonn "landaplága" fyri mong, er tað tí við sannari frøi at eitt alternativ er. Minnist sjálvur at fyri nøkrum árum síðani leitaði eg við lykt eftir at finna "Southern-Gospel" tónleik og sang á skandinaviskum forløgum, uttan at hetta eydnaðist. Tað var beinleiðis grinið eftir mær, tí "slíkt kundi ikki seljast", varð sagt. Men, hyggið í dag, nú er støðan ein heilt onnur. Nú er sdannur gravgangur eftir hesum tilfari.
Eg tori at siga, at Larry gav alt hann hevði av orku hetta kvøldið, tí at enda kláraði hann ikki meiri og mátti viðganga at "I pushed it too hard". Ja, soleiðis kann tað ganga, men eg tori at siga, at vit, ið høvdu goldið 150, - kr. fyri kvøldið fingu valuta fyri peningin. Høllin var vakurt snákað til hetta høvið við vøkrum, pyntaðum palli í svørtum og gulli, og so fingu vit enntá kaffi og køkur áðrenn farið varð heim.
Eg fari at nýta hetta høvið at takka teimum, ið skipaðu fyri at vit fingu eitt gott og gevandi kvøld, ið saktans kann gerast umaftur. Vil gjarna endurtaka, at tað ber væl til at venja sangirnar við okkara heimligu tónleika- og sangkreftum, heldur enn sing-back tónleik.