Eitt nýtt skip er komi í føroyska flotan. Tað er reiðaríið Framherji í Fuglafirði, ið hevur keypt eitt skip úr Hetlandi, Margret, ið er fyrrverandi Antares.
Reiðarin, Anfinn Olsen, sigur at tað er fyri at fiska teirra part av uppsjóvarkvotuni, at skipið er keypt.
- Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit tvey skip, Høgaberg og Fagraberg, ið fiskaði okkara kvotur. Men síðani Høgaberg varð seldur fyri tveimum árum síðani, hava onnur skip fiska kvotuna. Í fjør var tað Høgiklettur, ið hjálpti við fiskiskapinum. Nú hava vit so keypt hetta fyri at kunna fiska okkara kvotu.
Reiðarin upplýsir eisini, at navnið á skipinum verður broytt til Høgaberg, tá øll neyðugu skjølini eru komin upp á pláss, og at tað verður manningin umborð á Fagraberg, ið fer at mynstra umborð á nýggja skipinum.
Talan er um fjórða skipið, ið reiðaríið hevur keypt seinastu vikurnar. Seint í oktober keypti reiðaríið nevniliga felagið, ið átti línuskipini Sigmund, Mascot og Eysturoying.
Les eisini: Framherji keypt trý línuskip av Toftum