Framkomin HMF krani frá Trukk & Maskin Servicu

Fyritøkan hjá John William Old, Trukk & Maskin Servica, læt í seinastu viku ein nýggjan stóran HMF krana til ein Scania lastbil hjá Rasmus Frederiksberg á Strondum

Fyri góðum tveimum árum síðan byrjaði John William Old fyri seg sjálvan við fyritøkuni Trukk & Maskin Servica á Heygnum Mikla í Havn. Fyritøkan hevur serkunnleika innan hydraulikk, gaffiltrukkar og kranar. Johan William hevur fleiri ára royndir á hesum øki. Hann er umboðsmaður fyri HMF (Højbjerg Maskinfabrik A/S) í Føroyum, ið selja lyftir til kassavognar, skiftilastskipanir til lastbilar, kranar, ífestisvognar og páhangsvognar til lastbilar.
Højbjerg Maskinfabrik bleiv stovnað í 1945, men framleðslan byrjaði av álvara í 1947. Teir høvdu stóra framleiðslu av vippulastum til lastbilar í 50-unum. Í dag útflyta teir til meira enn 50 lond í Skandinavia, Evropa, Norðuramerika, Fjareysturi og Australia. Tað er í høvuðsheitum kranar og lyftir til baklúkur teir útflyta.
Í seinastu viku bleiv ein nýggjur framkomin HMF krani settur á ein lastbil hjá Rasmus Frederiksberg á Strondum. Talan var um ein HMF krana ið kann lyfta umleið10 tons. Hesin kranin hevur ein serligan ventil á útskjótarastemplinum, ið ger at tað tekur einans 39 sekund at koyra kranan út 16,9 metrar. Hetta er ein stórur fyrimunur tá arbeitt verður við grabba. Tað tók brøðrunum, Petur og John William Old, eina góða viku at taka tann gamla kranan av og seta ein nýggjan á aftur.
?????????????

HMF Serie 2820

Lyftiorka 28 tm
Hydraulisk armlongd16,9 metrar
Total armlongd26,2 metrar
Frástøðan millum
stuðulsbeinini 6,2 metrar
SøluumboðTrukk& Maskin Servica
v/ John William Old
á Heygnum Mikla
Tlf. 311725 / 223243
[email protected]