Í dag klokkan 16 verður almenn hátíðarløta í býráðshøllini í Klaksvík, har tvær spildurnýggjar handbøkur, sum Lasse Klein hevur skrivað, verða givnar alment út ein um Føroyar og ein um Klaksvík har gerandis-dagurin verður lýstur á ein øðrvísi og áhugaverdan hátt.
Talan er um eina røð av nýggjum bókaútgávum, sum við hesum byrjar, har dagliga yrki, gerandisdagur, samtíð og farin tíð verða lýst við stuttum frásagnum og litføgrum tekningum av útvaldum plássum, sum eyðkenna ávíkavist Føroyar og Klaksvík.
Útgevarin, Lasse Klein, upplýsir, at hann við hesari bókarøðini vil lýsa Føroyar og Klaksvík, sum koma út í ár, og Tórshavn, Eysturoy, Vágar og Suðuroynna sum væntandi koma út komandi ár, á ein heilt annan hátt enn vanligt er.