Skráin til tingfundin í dag klokkan 1000 er sera stutt: Framløga.
Hvørji mál verða løgd fram, hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýst, men Høgni Hoydal, landsstýrismaður segði við Sosialin í gjár, at hann seinni í vikuni fer at leggja málið um at seta grundlógarnevnd fram - og verður tað eftir øllum at døma ikki í dag.
Seinasti tingfundur var fríggjadagin 9. oktober. Og um hendan tingfundin sigur Løgtingsins gerðarbók:
»Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Bjarni Djurholm, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Mikkjal Sørensen, Marjus Dam, Jákup Sverri Kass og Sámal Petur í Grund, landsstýrismenninir Signar á Brúnni og Eyðun Elttør og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-5/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skálafjarðarleiðini.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
2.1. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998.
Málið beint í fíggjarnevndina.
3.1. viðgerð av tingmáli nr. 14/1998: Handilssáttmáli við Estland.
Málið beint í uttanlandsnevndina.
4.1. viðgerð av tingmáli nr. 15/1998: Góðkenning av Millumlanda-sáttmála um Havumhvørvisvernd fyri Landnyrðingsatlantshav (Convention for the Protection of the Marine Environment of the North-East Atlantic).
Málið beint í uttanlandsnevndina.
5.1. viðgerð av tingmáli nr. 16-1/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum - landsroknskapir 1992-1994.
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður lýstur í útvarpinum.
Fundur lokin kl. 12.25«