Fish Expo Faroes
Stóra fiskivinnustevnan Fish Expo Faroes 2009, sum verður hildin í Gundadali, hevur nú lagt sín fyrsta dag afturum. Stevnan, sum læt upp í gjáramorgunin klokkan 10 og var opin til klokkan 17 í gjár, er aftur opin somu tíð í dag. Í morgin letur hon uppaftur klokkan 10, og klokkan 16 í morgin lata tjaldhurðarnar aftur, og tá er liðugt á hesum sinni.
Røttu fólkini
Petur Mohr Reinert, sum er ein av fyriskiparunum, sigur, at dagurin í gjár gekk væl.
- Vit kundu hugsað okkum, at uppaftur fleiri fólk vitjaðu stevnuna, men hinvegin kunnu vit staðfesta, at tað vóru tey “røttu” fólkini, sum vitjaðu.
Fyriskiparin sigur seg ikki hava neyva talið yvir vitjandi í gjár, tí skrásetingarskipanin “kiksaði” eitt lítið sindur við uppteljingini, men væl av fólki var inni á gólvinum, tó at hann kundi ynskt sær, at talið var enn størri.
- Vit høvdu sett nøsina upp ímóti, at eini 10.000 fólk vitjaðu stevnuna hesar tríggjar dagarnar, men tað er heldur eingin vanlukka, um endaliga talið verður nakað minni.
Petur Mohr Reinert vísir á, at fyri framsýnararnar er mest avgerandi, at tað eru tey røttu fólkini, sum vitja básarnar – og ikki neyðturviliga talið av vitjandi.
- Afturmeldingarnar eru sera góðar, og framsýnarar eru væl nøgdir við tær vitjanir, sum vóru í gjár.
Fyriskiparin sigur seg vóna, at nógv fólk fara koma á gátt í dag og í morgin, tí tað hevur jú eisini sína “sjarmu”, at fólk hittast til prát á gólvinum og inni á básum, tó at øll ikki eru potentiellir kundar á eini slíkari framsýning.
- Eg kann hugsa mær, at tíðirnar hava við sær, at summi, sum áður bara komu á slíkar framsýningar at spáka eina løtu, kanska aftra seg við at brúka pening upp á hetta í dag. Hinvegin heldur eingin seg aftur, sum veruliga hevur áhuga í at síggja alt tað fjølbroytni, sum stevnan í veruleikanum hevur at bjóða, leggur hann aftrat.
Nú er sum nevnt fyrsti framsýningardagurin lagdur aftur um. Annars kundu atgongumerki keypast fyri 300 krónur fyri allar dagarnar.
- Nú kostar atgongumerki 150 krónur fyri hvønn dag, ið eftir er, sigur fyriskiparin.
Góðar umstøður
Petur Mohr Reinert sigur, at afturmeldingarnar frá framsýnarum yvir umstøðurnar í tjøldunum eru sera positivar.
- Hetta eru nýggj tjøld. Tey eru rein og nosslig, og umstøðurnar hjá bæði framsýnarum og vitjandi eru góðar.
Fyriskiparin sigur, at útlendsku gestirnir, sum tilsamans helst telja nøkur hundrað, eisini eru sera fegnir um, at fiskivinnustevnan nú liggur nærri miðbýnum.
- Hetta halda tey hevur nógvar fyrimunir við tað, at gangast kann bæði til framsýningarøkið og útaftur í býin.
Petur Mohr Reinert sigur, at tá hann í morgun var á veg í Gundadal, sá hann ikki so fáar útlendingar, sum vóru á veg til framsýningina – til gongu.
- Og tað hevur jú eisini sínar fyrimunir, at fólk ikki neyðturviliga noyðast at flyta seg fram og aftur í bili, leggur hann aftrat.
Alt bookað
Petur Mohr Reinert sigur, at tilsamans áttati framsýningarbásar eru í báðum tjøldunum í Gundadali.
- Á summum básum er meira enn ein framsýnari, umframt at fleiri framsýnarar umboða fleiri vørur ella tænastur.
Hann heldur, at eitt líkinda tal yvir útbjóðarar á Fish Expo Faroes 2009 man liggja um 150.
- So, her er rættiliga nógv at síggja, og vit vóna, at nógv fólk koma niðan í Gundadal í dag og í morgin. Tað hevur sjálvsagt eisini sín týdning, at vit sum fyriskiparar kunnu vísa á eitt hampiliga stórt tal av vitjandi, tá fiskivinnustevnan er av, sigur Petur Mohr Reinert.
Øll hotellir og gistingarhús í Havn eru fult bookað, nú fiskivinnustevnan verður hildin.
Góðir karmar
Sosialurin hevur skilt, at framsýnarar ikki minst eru sera væl nøgdir við, at tíðarætlanir hava hildið – og at fyriskipararnir hava megnað at hildið tað, sum lovað varð teimum frammanundan.
- Vit hava lagt stóran dent á at skapa so góðar karmar sum gjørligt, bæði fyri framsýnarar og fyri viðskiftafólkini, sigur Petur Mohr Reinert, sum eitt nú hevur havt Húsavarnatænastuna at hjálpa til við tjøldunum, Hanus Jensen at hjálpa til við básum – og næmingar at hjálpa til við parkeringsskipan og í móttøku.
Parkeringsviðurskiftini í Gundadali eru sera góð og fólk, sum vitja á Fish Expo Faroes 2009, hava ongan trupulleika at sleppa av við bilin nærindis framsýningarøkinum.