Framsýnarar sera væl nøgdir við Fish Expo Faroes

Stóra fiskivinnuframsýningin í Gundadali heldur fram í dag og í morgin. Petur Mohr Reinert sigur, at framsýnarar lata sera væl at umstøðunum í báðum tjøldunum í Gundadali, nú stóra fiskivinnustevnan hevur lagt fyrsta dagin av trimum afturum í øllum góðum.

? Fólk eru eisini sera fegin um, at framsýningin liggur nærri miðbýnum í Havn, og at parkeringsviðurskiftini í Gundadali eru so góð, sum tey eru, sigur hann.

Stevnan, sum læt upp í gjáramorgunin klokkan 10 og var opin til klokkan 17 í gjár, er aftur opin somu tíð í dag.

Í morgin letur hon uppaftur klokkan 10, og klokkan 16 í morgin lata tjaldhurðarnar aftur, og tá er liðugt á hesum sinni.

- Vit kundu hugsað okkum, at uppaftur fleiri fólk vitjaðu stevnuna í gjár, men hinvegin kunnu vit staðfesta, at tað vóru tey ?røttu? fólkini, sum vitjaðu.

Petur Mohr Reinert sigur, at fyriskipararnir hava sett nøsina upp ímóti, at eini 10.000 fólk vitja tevnuna hesar tríggjar dagarnar, men tað er heldur eingin vanlukka, um endaliga talið verður nakað minni.

- Fyri framsýnararnar er mest avgerandi, at tað eru tey røttu fólkini, sum vitja básarnar ? og ikki neyðturviliga talið av vitjandi.

Fyriskiparin sigur seg vóna, at nógv fólk fara koma á gátt í dag og í morgin, tí tað hevur jú eisini sína sjarmu, at fólk hittast til prát á gólvinum og inni á básum, tó at øll ikki eru potentiellir kundar á eini slíkari framsýning.

- Eg kann hugsa mær, at tíðirnar hava við sær, at summi, sum áður bara komu á slíkar framsýningar at spáka eina løtu, kanska aftra seg við at brúka pening, sigur Petur Mohr Reinert.