Framtíðar pensjónsskipanin

Ætlanin er at broyta fólkapensjónina, soleiðis at løntakarar sjálvir skulu spara upp til sína fólkapensjón. Gjaldast skal 15% av lønini hjá løntakaranum, sum so verður goldin út aftur sum pensjón 30-40 ár seinni. Eisini er meiningin, at gjaldast skal av ALS, barsilsgjaldi og av nøkrum fyritíðarpensjóns- og forsorgarveitingum. Hettar verður gjørt, fyri at tað skal sleppast undan at hækka skattin, til eitt nú 60% : Hetta fer eisini at gera tað, at landskassin fer at hava orku at røkja eldratænastunar í framtíðini.

 

Tann størri trupuleikin verður helst, at tað verða ov fá fólk eftir at røkta okkara gomlu, tí meginparturin av fólkinum rýmir av landinum. Hildið verður, at um skatturin verður hækkaður, fara fólk at flyta av landinum, men við hesum nýggja broytingaruppskoti um tvungna pensjónsuppsparing, verður enn størri orsøk til at flyta av landinum.

 

Um eitt ungt par, í nýggjum húsum við tveimum ella trimum børnum, skal gjalda 15% av lønini aftaná møguliga at hava goldið 45% í skatti, -  er ikki nógv eftir at liva fyri..

 

Ætlanin er ikki at henda gjaldsskipan bert skal verða fyri eitt styttri tíðarskeið, nei hon verður helst varandi.

 

Sum eg skilji, kunnu tey sum longu hava eina pensiónsskipan (sum antin er 100% arbeiðsgevarafíggjað - t.v.s. at arbgevarin rindar 15%,10% ella hvussu høg pensjónin nú einaferð er, ella løntakarin rindar 5% av lønini og arbeiðsgevarin rest) halda áfram í hesi skipan. Tey sum ikki eru í eini slíkari skipan, skulu gjalda 15% av lønini, t.v.s gjalda alt sjálvi. Er hettar ikki eitt sindur órættvíst?

 

Tað stendur heldur einki um tey, sum av einari ella aðrari orsøk ikki eru arbeiðsfør. Hvussu verða tey stillaði?

 

Átti fólk ikki at fingið vanliga eftirløn eftir 60 ára aldur, um tað kann ávísast, at viðkomandi ikki fær arbeitt vegna slit. Fleirtalið av teimum sum gerast pensionistar nú og tey komandi árini, hava jú arbeitt síðani tey vóru heilt ung  - og tað er ógvuliga tungt og mannminkandi hjá hesum, at skula til tað almenna at 'bidda pengar'. Bæði tað at skula biðja um olmussu og so sjálvt tann stirvna skipanin við langari málsviðgerð v.m.

 

Tann skipan sum var, við at ein pensionistur kundi vinna 58.100,00 kr um árið, uttan at tað ávirkaði pensiónina, fellur burtur. Nú skal alt mótroknast.

 

Pensjónsaldurin skal hækka - men er tað lætt at varðveita ella fáa starv, tá ið ein er komin upp um tey seksti ?

 

Nei, her eru fleiri ting sum gera tað fíggjarliga torført at liva ídag og eisini fyri tey, sum nú nærkast eftirlønaraldri.

 

Tað er nógv uppi í tíðini at tosa um lívsstíl og hvussu vit skulu liva fyri at hava tað betri og liva longur. Men tað sær ikki út til at verða "pláss" fyri at tað verða fleiri eldri fólk, sum næstan sigur seg sjálvt. Ein kemur ongan veg við at gera tað ”tyngri” hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman. Sjálvandi má ein taka hædd fyri at tað verða fleiri eldri fólk við tíðini, Men ein kann ikki leggja alla byrðuna á fólkið, tí tað førir bara til fráflyting. Vit mangla átta túsund fólk sum ongantíð komu heim aftur aftaná kreppuna, so vit hava so sanniliga ikki ”ráð” til at fleiri fara av landinum.