Arbeiðið hjá hesum kristiliga fráhalds- og hjálparfelagsskapinum er víttfevnt – og er so líðandi eisini vorðin víttkent og viðurkent.
Í samrøðu við nýggja Blákrossblaðið sigur Jaspur, at hann byggir hetta á útsagnir sum almannamálaráðharrin er komin við.
Hans Pauli Strøm hevur nevniliga víst á týdningin av arbeiðinum, sum felagsskapir ið arbeiða við kunning og fyribyrging standa fyri.
“Tað er eingin ivi um, at rúsdrekkalógin og at arbeiðið sum ymsir felagsskapir gera á økinum eru høvuðsorsøkir til at rúsdrekkanýtslan í Føroyum hevur verið støðug seinastu 10-12 árini”, segði landsstýrismaðurin.
Hesi orð dáma Jaspuri væl, tí tey vísa honum greitt, at arbeiðið hjá Bláa Krossi verður virt, bæði tá talan er um fyribyrging, umsorgan og hjálp.
Eitt av málunum hjá Bláa Krossi í framtíðini er at fáa framt ætlanina um at flyta Blákrossheimið út um Havnina.
- Enn er ikki komið á mál í hesum, men tað er við at koma undir land, sigur Jaspur Langgaard.