Sleppur Súni Olsen at halda fram í AaB? Hetta er brennandi spurningurin, nú sáttmálin hjá honum við felagið gongur út í summar. Tað er í øllum førum líkt til, at ein avgerð fellir skjótt, tí seinastu dagarnar hava tríggir leikarar fingið sína framtíð við felagið avkláraða. Fyrradagin mátti miðvallarin Thomas Kortegaard takka fyri seg, og í gjár fekk verjuleikarin Martin Pedersen sín sáttmála longdan við tveimum árum, samstundis sum miðvallarin Fredrik Winsnes skifti til norska felagið, Strømsgodset. Í samrøðu við Sosialin fyrr í ár segði Súni Olsen, at hann føldi seg hava álit frá leiðsluni í felagnum, og at hann hevði góðar vónir um at fáa sáttmálan longdan. Nú má tíðin so bara vísa, hvar Súni spælir komandi kappingarár.