Framtíðar fiskivinnumøguleikar í Føroyum

Tað er av stórum týdningi, at stig verða tikin til at byggja upp ein fiskiídnað kring landið við tað, at øll fiskavirkini verða yvirtikin av arbeiðsfólki/fakfelagsfólki, sum hava skipað seg við partafeløgum, ið reka hesi virki.

Tað er av stórum týdningi at fáa í lag gott samstarv við flutningsfyritøkur og uppboðssølur og skipini, sum landa fiskin og flyta hann av landinum. Hesi eiga øll at verða skipað sum sjálvstøðugar vinnur kring landið og óheftar av politiskum skipanum. Skipini eiga ikki framhaldandi at fáa íløgustuðul, sum hevur verið nógv frammi í bløðunum, tí almenna fatanin er tann, at hesi eiga at kunna klara seg uttan íløgustuðulin. Tað er avgerðandi neyðugt, at vit fáa línubátar og útróðrarbátar at avreiða til virkini og uppboðssølurnar kring landið, so hesi virkini fáa javna rávørutilgongd, sum er av stórum týdningi, um vit skulu menna okkara fiskiídnað.

Uppboðssølur eiga at verða skipaðar úti í teimum lokalu økjunum. Tað vóru verksmiðjutrolararnir, sum tóku rávørugrundarlagið undan virkjunum fyrst í áttatiárunum, tá ið fiskurin í størri mun bleiv viðgjørdur umborð til útflutnings.

Hesi skip fluttu fiskin til útlendskar fiskivinnuhavnir. Hetta hevur skapt nógv arbeiði í útlandinum. Hesi arbeiðspláss kundu verið skapt kring landið, um vit fingu endurnýggjað okkara fiskiflota við línubátum og útróðrarbátum, ið avreiddu til virkini og uppboðssølurnar. Um vit kundu flutt fiskin loftvegis til útlendsku marknaðirnar, sum hevur verið nógv frammi í samband við flogvøllin á Glyvursnesi, so vildu skipini spart munandi um flutningskostnaðin og flutningstíðina, við at skipini landaðu fiskin her á landi til útflutnings. Flutningsfyritøkurnar kundu tikið sær av at flyta fiskin av landinum, so kundu farmaskipini komið út á bygdirnar eftir fiskinum. Hetta áttu Reiðarafelagið og manningarfeløgini kring landið at tikið upp til viðgerðar.

Tá ið talan er um, at Føroyar skulu verða ein tilfeingismiðdepil, hvat fiskiídnaðinum viðvíkur við matvøruframleiðslu til føroyska og útlendska marknaðin, er ein tílík samskipan avgerandi neyðug, skal fiskivinnuni á sjógvi verða lív lagað. Tað er eisini møguleikar fyri at fáa útlendsk reiðara- og manningarfeløg at landa fiskin her á landi til útflutnings, ið eisini kundi givið nógv arbeiði við tað, at hesi koma at spara munandi um flutningskostnaðin og flutningstíðina.

Tað er eisini uppá sítt pláss, at fiskavirkini fáa sett á stovn sínar egnu søludeildir, soleiðis at tey sjálvi kunnu selja fiskin til keyparar í Føroyum og í útlandinum. Tað hevði verið gott, um vit fingu ymiskar fiskarættir út á matstovurnar og handlar kring landið, so føroyingar kundu notið gott av hesum. Tað er við stórum áhuga, at ein vil skriva um fiskiídnaðin, tá ið tað kemur ov lítið fram í kjakinum, tá ið nógvur fiskur fer ótilvirkaður landinum.

Tað hevði verið gott fyri føroyska slagið um fiski- og sjómansfamiljur fluttu heim aftur til Føroyar umframt tey, sum arbeiða á útlendsku virkjunum og at vit tí geva pláss fyri teimum. Tað eigur eisini at vera skipað fyri at fáa betri arbeiðsumhvørvi, so at tað slepst undan arbeiðsskaðum.

Tað kundi eisini av royndum fólki innan virkini verið skipað fyri góðskuviðgerð av ymiskum fiskasløgum kring landið. Tað hevur hesi seinastu árini verið funnist nógv at Framtaksgrunninum, sum var ætlaður at stuðla fiskiídnaðinum kring landið og ikki Fiskavirking og Fiskasøluni, sum vit hava upplivað hesi seinastu árini.

Tað hevur eisini týdning at menna ídnaðin, sum framleiðis neyðuga útgerð til fiskivinnuna og útróðrarflotan, sum er av stórum týdningi. Vit eiga eisini at hugsa um alimøguleikarnar kring landið á sjógvi og á landi í kørum. Tað hevði verið gott at fingið steðgað øllum teimum niðurbrótandi kreftum innan fiskivinnuna, sum leggja forðingar í vegin, ið skapa óneyðugar trupulleikar hjá teimum, sum arbeiða á virkjunum og uppboðssølunum kring landið.

Tað er av stórum týdningni fyri fiskibygdirnar/býirnar í útjaðaraøkjum at fáa skapt trivnaðin á virkjunum og at fáa skipað náttúrligu frágongd av eldri fólki og tilgongd av yngri fólki, og at hesi fáa praktiska upplæring. Tað hevur fyrr verið skrivað um fiski- og sjómannaskattin, sum goldin verður í útlandinum, at hesin um hann bleiv goldin í Føroyum, hevði komið kommunum kring landið og landskassanum til góðar, ið styrkti likvitetin hjá teimum.


Hans Birgir Hansen