Framtíðin hjá Gunnari Nielsen er óviss

Tað er ikki vist, at føroyski landsliðsmálverjin heldur fram í íslendsku Stjarnuni

Íslendska landskappingin í fótbólti fylgir sama leisti sum føroyska kappingin, har hvørt kappingarár verður avgreitt í sama kalendaraári. Í hesum kappingarárinum, sum júst er liðugt, hevur føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, spælt við íslendska felagnum, Stjarnan. Har gekst tað honum væl persónliga, tí at Gunnar bleiv valdur til ársins leikara í felagnum. Tað er tó ikki vist, at Gunnar heldur fram í Íslandi, hóast honum dámar væl í grannatjóð okkara.

 

 

- Eg havi ymsar møguleikar, og eg vænti, at ein avgerð verður tikin ein av komandi døgunum. Tað er ikki vist, at eg haldi fram í Stjarnuni. Mær dámar væl í felagnum, men ongin endalig avgerð er tikin enn. Tað eru norðurlendsk lið, ið hava víst mær áhuga, og tí fari eg at hugsa meg um ta næstu tíðina, áðrenn ein endalig avgerð verður tikin, segði Gunnar Nielsen við yvirritaða eftir landsdystin í gjár.

 

Fleiri útsøgnir frá Gunnar og øðrum landsliðsleikarum eru at lesa í Ítróttarsosialinum, sum fæst til keyps í øllum vanligum sølubúðum.